TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við veteranin hjá HB, Símun Samuelsen, ið saman við liðfeløgunum vann 5-0 stórsigur á AB á ovara vølli í Gundadali fyrr í dag.
Hóast stórsigurin heldur Símun Samuelsen, at hann og liðfelagarnir brendu alt ov nógvar málmøguleikar áðrenn Adrian Justinussen við einum frágera góðum frísparki legði HB á odda 1-0 í 71. minutti.
Símun Samuelsen fegnast um bæði frísparksmálini hjá Adrian Justinussen, ið hevur arbeitt hart fyri at fáa fríspørkini at sita.
Símun Samuelsen og hinir í hópinum í HB kunnu fegnast og taka samanum fyrsta triðing av kappingini, har teir eru oddalið.
Samrøðan, ið Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel hoyrist HER