Sum nakað spildurnýtt stendur nú føroyingum í boði at fáa sær útbúgving sum professiónsbachelorar innan bygningskonstruktión.
Talan er um byggifrøðingaútbúgvingina, ið sum tann fyrsta av sínum slag í Danmark er góðkend sum ein sonevnd professións-bachelor-útbúgving. Byggifrøðingaútbúgvingin er ein hægri teknisk útbúgving innan projektering og bygging. Útbúgvingin er væl kend og nógv eftirspurd í Danmark.
- Tað hevur stóran týdning fyri byggifrøðingar, sum vilja royna sínar kreftir úti í heimi, at útbúgvingin nú er góðkend sum ein bachelor-útbúgving. Uttanlands er byggifrøðingaútbúgvingin ikki alla staðni so væl kend, men nýggja góðkenningin og nýggja, altjóða heitið skal hjálpa til í so máta, sigur Johan Eli Ellendersen, projekt-leiðari á Vitus Bering Center for Videregående Uddannelse.
Enska heitið á útbúgvingini er: Bachelor of Architectural Technology and Construction Management.
Fleiri ferðir er byggifrøðingaútbúgvingin tillagað eftirspurninginum á arbeiðsmarknaðinum. Seinasta stóra broytingin kom í fjør, tá útbúgvingin gjørdist ein samanhangandi 3 1/2 ára long útbúgving við einum trimum mánaðum longum praktikkupphaldi í einari fyritøku í tí næstseinasta hálvárinum av útbúgvingini.
Vitus Bering Center for Videregående Uddannelse í Horsens er størsti skúlin í Danmark við byggi- og verkfrøðingaútbúgvingum, og hann býður nú føroyingum at gerast professiónsbachelorar innan bygningskonstruktión.
Hóskvøldið 25. juni 2002 kl. 19.00 skipar skúlin fyri einum kunnandi fundi á Hotel Hafnia í Havn. Har ber til at frætta um nýggju professiónsbachelor-útbúgvingina og hinar útbúgvingarnar, sum skúlin í Horsens hevur at bjóða. Projektleiðarin og føroyingurin, Johan Eli Ellendersen, frá Vitus Bering stendur fyri kunnandi fundinum, har øll áhugað eru vælkomin, sigur Johan Eli Elendersen, project manegar í Vitus Bering International. Hann hittist á telefon +45 7625 5054/Mobile: +45 2338 2655 ella á e-mail: jee@vitusbering.dk