Tá talan gerst um eina semju, so mugu báðir partar boyggja seg nakað. Og tað mátti Starvsmannafelagið eisini gera.
- Vit vóru noydd at slaka í eftirlønini, sum framvegis stendur á 10 prosentum. Hana vildu vit annars hava upp, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Hon viðgongur, at talan hevur verið um ein tungan burð at fáa nýggjan sáttmála fyri portørarnar undir land, men tað er so eydnast nú.
- Tilgongdin hevur verið tung. Vit hava verið noydd út í eitt verkfall, og vit hava verið serstakliga ónøgd við avgerðirnar hjá Fasta Gerðarrættinum, sum vit meta er farin út um sínar heimildir, sigur Selma Ellingsgaard.
Hon fegnast tó um, at tað hevur eydnast at fáa heili 9% hækkan á grundlønina, men vísir samstundis á, at talan er um eitt tíðarskeið, ið næstan er runnið.
- Talan er um ein tríára sáttmála, sum gongur út í oktober 2010, so talan er í veruleikanum um eitt næstan runnið tíðarskeið, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.
Liggur eftir
Eisini onnur viðurskifti enn eftirlønin fingust ikki upp á pláss í hesum umfarinum.
- Vit ynkstu at bólka vanligu starvsfólkini upp í tríggjar flokkar, men endaðu á tveimum í staðin, og tað er so nakað, vit mugu taka upp aftur til komandi samráðingar, sigur Selma Ellingsgaard.
Hon sigur, at í tí førinum vunnu tey kortini prinsippmálið um, at øll ikki skuldu bólkast saman, men at hugt var eftir førleika og ábyrgd.
- Tað liggja avbjóðingar fyri framman enn, men semjuna kunnu vit liva við, sigur Selma Ellingsgaard.
Grundlønin hækkaði heili 9%, men tað var neyðugt, at hon hækkaði so nógv, metir forkvinnan.
Men um stóri lønarvøkstuin fer at hava nakra ávirkan á tær samráðingar, sum verða aftur í heyst, dugir Selma Ellingsgaard ikki at siga.
- Hettar er seinasti sáttmálin við Fíggjarmálaráðið, sum liggur eftir fyri farna tíðarkeiðið, men hvussu og um hetta fer at hava ávirkan á samráðingarnar í heyst ber illa til at siga. Greitt er kortini, at nýggjar samráðingar byggja á undanfarnar sáttmálar, sigu Selma Ellingsgaard sum fegnast um, at tað hevur eydnast at fingið eina semju í samráðingunum um portørarnar.