Kunnu spara 20 milliónir um árið

Føroyskir køliveitarar hava nú stovnað serstakt áhugafelag

 

 

Í tíðindaskrivi verður sagt, at tað leingi hevur verið tosað um, at øki sum umfatar frystianlegg, hitapumpur og handilskøl ikki er handfarið nøktandi tá tað kemur til eftirlit, viðlíkahald og tað sum annars er neyðugt fyri ein skynsaman og tryggan rakstur, har elnýtslan er sum minst.

 

Fyri at betra um karmarnar hjá vinnugreinini, varð Felagið fyri løggildar køliveitarar stovnað tann 25. februar í ár. Eitt av høvuðsendamálunum hjá felagnum er, at tað ger tað lættari at skipa samskifti og samstarv við lóggevarar og avvarðandi myndugleikar.

 

Í nývaldur nevndini eru Petur Egholm (formaður), Anfinn Isaksen og Niclas Akraberg Poulsen. Hjørleif Hammer er tiltakslimur

 

Í tíðindaskrivinum verður dentur lagdur á, at stór orkusparing kann vinnast, um eftirlitsarbeiðið á køli- og frystianleggum, hitapumpum v.m. er eini 20 til 25% av samlaðu framleiðsluni hjá SEV, sum er 300GwH. Metingin hjá felagnum sigur, at el-nýtslan til køling og frysting kundi minkað við einum fjórðingi, um eftirlitsarbeiðið var nóg væl skipað. Hetta svarar til í minsta lagi 15 GwH - svarandi til einar 20 mió kr. - um árið.

 

Felagið hevur tí sett sær fyri, at skipanin av eftirlitum verður betra í samstarvi við avvarðandi myndugleikar.

 

Eisini ynskir felagið, at sjálv løggildingin skal skipast betur.