Kunnu spara nakrar milliónir um árið

Nú fer Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum á fund við danska starvsbróður sín um at lækka rentuna á lánunum, vit hava hjá statskassanum

Rentulækking

Í næstum fer Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, av landinum, at hitta danska fíggjarmálaráðharran.
Og gongst sum ætlað, kemur hann heimaftur við eini avtalu sum fer at spara føroyingum nakrar milliónir um árið tey næstu 14 árini.
À danmarkarferðini skal Bárður Nielsen hitta danska fíggjarmálaráðharran, Thor Petersen. Og tað, sum landsstýrismaðurin hevur á skránni til fundin, er at vita, um danska stjórnin vil góðtaka at lækka rentuna á teimum lánum, sum føroyski landskassin hevur hjá statskassanum.
Rentan á lánunum er 5% um árið og tað heldur landsstýrið er nakað nógv.
?Síðani lánini vórðu tikin, er rentustøðið munandi lækka og sostatt er endamálið við ferðini at vita um ikki danska stjórnin er sinnað at lækka rentuna, so at vit ikki skulu betala eina rentu, sum liggur yvir vanligu marknaðarrentuna.
Bárður Nielsen ger sær ongar vónir um at tað fer at eydnast at lækka rentuna fleiri prosent. Men hann fer niður við tí endamáli at fáa rentuna lækkaða kanska eitt hálvt prosent ella okkurt líknandi.
? Fyri hvørt prosent, rentan lækkan, sparir landskassin 17 milliónir um árið, so tað er
eisini peningur, serliga tá ið vit hugsa sum, at lánini ganga yvir nógv ár afturat.
Og Bárður Nielsen hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast at fáa lægru rentu.
Og hann hevur eisini nakað at hava hesar góðu vónirnar í, tí tá ið Anders Fogh Rasmussen og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hittust, boðaði forsætisráðharrin frá, at danska stjórnin varð sinnað at taka upp samráðingar um rentuna, so at føroyingar ikki skulu betala ov høga rentu, men at rentan fer at líkjast marknaðarrentuni.
Hann sigur kortini, at ávís tekin eru um, at rentan fer at hækka, men kortini verður tað neyvan við tað fyrsta.
Hansara endamál við danmarkarferðini er at fáa eina rentu, sum líkist marknaðarrentuni, men at 5% skal framvegis verða loftið, so at vit ongantíð koma at betala meiri enn 5%, hóast markanaðarrentan skuldi farið uppum.
Føroyska skuldin til danska statskassan er 2,2 milliardir, men 500 milliónir eru frystar fastar. Sostatt standa 1,7 millard eftir og renta.