- Toskastovnurin í Barentshavinum hevur verið minkandi síðan 2013 og er nú minni enn langtíðarmiðal, sum tað verður rópt. Orsøkin er í høvuðsheitum, at tilgongdin til stovnin er undir miðal.
Tað sigur granskari við norska Havgranskingarstovnin, Bjarte Bogstad, við heimasíðuna www.kystmagasinet.no
Granskarar staðfesta, at gýtingarstovnurin av toski í Barentshavinum liggur á umleið 700.000 tonsum.
Hetta er tað minsta, sum stovnurin hevur verið síðan 2008 - og nógv minni, enn stovnurin var í 2013, tá gýtingarstovnurin varð mettur at vera 2,2 miljónir tons
Tilmælini hjá havfrøðingum eru, at toskaveiðan í Barentshavinum ikki verður størri enn 453 427 tons næsta ár. Tað er 20 prosent minni enn tilmælini og kvotan er í ár.
Eisini árini 2022 til 2023 vóru tilmælini 20 prosent minni enn árini undan.
Kvotutilmælini fyri tosk í Barentshavinum fyri 2024 vórðu løgd fram í junimánaði í 2023, og tey eru, sum áður nevnt, 453.427 tons - ella ein minking á 20 prosent í mun til 2023.
Kystmagasinet.no veit at siga, at norsk-russiska fiskivinnunevndin, sum í ár hittist "digitalt" í døgunum, 16.-20. oktober, hevur seinnu árini fylgt tilmælunum hjá granskarum.