Kurt er givin

Álopsmaðurin hevur verið ein partur av landsliðssøguni síðani 1988, men nú gevst hann á landsliðnum. Møguliga liggur framtíðin innan venjarayrkið, sigur klaksvíkingurin


 

Landsliðstos


Tá landsliðsleikararnir leygarkvøldið eftir dystin ótu saman fyri seinastu ferð í ár, boðaði Kurt Mørkøre frá, at hann hevði gjørt av at gevast á landsliðnum. Hetta var ein avgerð, sum eingin av leikarunum kendi nakað til undan dystinum, og á flogvøllinum í Ljubljana spurdu vit Kurt, um hetta var ein avgerð, sum hevði búnast leingi.

- Hetta er ein avgerð, sum hveur búnast í nakrar mánaðir, so hetta er ein gjøgnum hugsað avgerð. Næsta undankappingin byrjar ikki fyrr enn komandi heyst, og tá gangi eg móti mínum 34. ári, so tað er helst tíð at gevast nú.


Fegin um álitið

Hóast spælararnir ikki vistu av hesum, so hevði Kurt undan dystinum greitt Allani Simonsen frá, at hann hevði tikið avgerðina.

- Eg segði tað við hann fríggjadagin eftir venjingina, og at hann so gav mær loyvi til at spæla allar 90 minuttirnar hesa ferð, eri eg sera fegin um. Ikki minst tí, at vit at kalla einki skaptu í álopinum, og at eg tí hevði roknað við, at verið skiftur út, tá spælarar fóru at hita upp. Eg takkaði honum fyri álitið, sum hann hevur víst mær, og hann dugdi væl at skilja mína sjónarmið í hesum.

Annars hevur tilveran sum áleypari á landsliðnum ofta verið heldur strævin, og Kurt sigur eisini sjálvur, at honum hevur dámt betri, tá hann ikki hevur verið í álopinum.

- Eg havi spælt bæði í verjuni og á miðvøllinum í landsliðshøpi, og tá ert tú nógv meira við í spælinum. Sum verjuspælari sleppur tú eisini undan at vera tann, sum skal taka avgerðirnar. Tá lagar tú eftir mótspælarunum, og tað er ofta lættari, tá talan er um sterk mótstøðulið.


Stórar broytingar

Umstøðurnar í álopinum eru tó nógv broyttar, síðani Kurt av fyrstan tíð spældi á hesum plássinum, og Kurt dylir heldur ikki fyri, at føroyska liðið hevur tikið seg nógv fram hesi árini.

- Munurin er sera stórur. Vit eru nógv betri fótbóltsspælarar í dag, og vit stýra eisini spælinum í nógv størri mun. Eisini sjálvt um tað ikki riggaði so væl hesaferð.

Spurdur, um ein partur av hesum broytingum er sálarlig, soleiðis at leikararnir í dag tora at spæla, hóast tað eru stórar stjørnur, sum standa á hinari hálvuni, sigur Kurt, at tað er tað heilt víst.

- Teir ungu leikararnir, sum í dag koma inn á landsliðið, eru nógv meira búnir, og teir kunnu uttan stórvegis hóvasták koma beint inn á liðið. Tá vit byrjaðu í ?88, vórðu ungir menn bara tveittir inn á liðið, og tað haldi eg eisini sást aftur fyrstu árini. Hetta er ikki støðan í dag, og tí stúri eg ikki á nakran hátt fyri framtíðini á føroyska liðnum.


Framtíðin

Sostatt gongur framtíðin hjá fótbóltslandsliðnum sína vanligu gongd uttan Kurt Mørkøre í hópinum, men tað eru tó nógv, sum vísa framtíðini hjá Kurt sera stóran ans. Ikki minst í Klaksvík, nú tað ljóðar, at hann verður maðurin, sum skal loysa Tomislav Sivic av í venjarasessinum.

Spurdur um hetta, sigur Kurt, at enn er ikki tikin endalig støða til hetta.

- Eg fari so til Noreg í komandi viku, har eg havi sáttmála fram til oktober komandi ár. Viðvíkjandi framtíðini í KÍ, so kann eg bara siga, at enn er einki endaliga greitt í so máta, sigur Kurt Mørkøre at enda.