Kurt Mørkøre sendi eina fína norðoyarstevnuheilsu heim til Klaksvíkar sunnukvøldið. Sogndal spældi á útivølli móti Strindholm, sum ikki hevur staðið seg serliga væl higartil.
Sogndal vann 4?2. Teir vóru á odda 2?0 í steðginum, og teir øktu til 4?0, áðrenn teir tóku sær av løttum og heimaliðið tvær ferðir slapp at pynta um.
Hans Fróði Hansen var á beinkinum allar 90 minuttirnar. Hann venur dúgliga, men tað gongur striltið hjá honum at endurvinna plássið í miðverjuni, sum hann misti, tá óstbeinið brotnaði fyri góðum tveimum mánaðum síðani.
? Kurt Mørkøre og Julian Johnsson vóru høvuðsleikarar upp á tann máta, at teir skoraðu øll fýra málini. Julian fekk tað fyrsta seks minuttir undan steðginum. Tað var eitt fínt mál. Hann sneiddi framvið einum verjuspælara og framvð málverjanum, áðrenn hann legði bóltin í málið, sigur Hans Fróði Hansen.
Miðverjin er av álvara farin at ótolnast. Hann heldur venjingarstøðuna vera nóg góða til 1. deildarfótbólt, men higartil hevur venjarin ikki vilja givið honum møguleikan. Úrslitini hjá Sogndal hava annars ikki verið nakað at reypa av. Teir eru á fimta plássi, men teir eru níggju stig aftanfyri oddaliðini Lyn og Strømgodset.
Besti maður
Norðoyarstevnuavrikið hjá Kurt Mørkøre var í norska blaðnum Verdens Gang mett at vera tað besta í dystinum. Kurt Mørkøre lúrdi alla tíðina á linjuni til rangstøðu, meðan Julian Johnsson rann og tuskaði so nógv, sum hann altíð ger.
VG skrivar, at Sogndal menninir vóru sterkir í nærdystunum, teir høvdu betri bóltførleika enn mótstøðumenninir, og spælskilið hjá teimum var betri.
Kurt skoraði til 2?0 í evstu løtuni undan steðginum, og góðar fimm minuttir seinni hevði hann gjørt hattrikk.
VG man ikki hava sæð persónnummarið hjá Kurt Mørkøre. Í umrøðuni av dystinum kalla teir hann fyri unggutten úr Føroyum. Bæði Hans Fróði Hansen og VG hava á orði síðsta málið, sum Kurt Mørkørre fekk:
? Hatta var eitt typiskt Kurt mál. Hann var kroystur, tá hann við bakinum móti málinum tamdi bóltin, snaraði runt seg sjálvan og smekkaði so úr átjan metrum og upp í málhornið, sigur Hans Fróði Hansen, og hetta er tað sama, sum stendur at lesa í VG.
2. hvítusunnudag skulu føroyingarnir í Sogndal aftur í eldin. Tá fáa teir á heimavølli vitjan av Strømgodset, sum er næstovast.
Í Noregi hevur ikki verið nakað serligt summar tær síðstu vikurnar. Í gjár var summarveður, og veðurmaðurin segði frá summarveðri fram móti hvítusunnu.