Kurvabóltur: Ravnur í finaluni

Ravnur tók í dag ímóti Hamar á Toftum. Ravnur vann spennandi dystin 46-35. Tað var annars havnarfelagið, Hamar, sum førdi 21-18 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki fingu Ravnur yvirtakið, eftir at gongd kom á hjá Ernersto Ferrari, sum skoraði 10 stig í síðsta fjórðingi. Samstundis hevði Bjarni Zachariassen hevði fleiri umráðandi blokk í verjuni.

 

Toppskorari hjá Ravni var Ernesto Ferrari við 16 stigum, og hjá Hamar var David A. Galan toppskorari við 8 stigum. Ravnur eru enn ósigraðir, og er heilt sikkurt eina liðið í finaluni, sum verður 13. mai 2017. Meira spennandi verður, hvat av hinum feløgunum, Hamar ella Sporðdrekin, koma í finaluna. Teir hava spælt tveir dystir móti hvørjum øðrum, og hava vunnið ein í part.

 

Næsti dystur er 11. mars 2017, klokkan 15.00 í Tofta Skúla, har Ravnur tekur ímóti Sporðdrekanum.