Kuupik Kleist og føroysku skúlabørnini

Torkil V. Rasmussen

Í langa tíð aftaná “klummuna” í Dimmu, Hinvegin, um grøndlendsk á tímatalvuna, kom innihaldið í klummuni til kennar hjá grønlendska fólkatingsliminum, Kuupik Kleist. Um tað var tí, at eg í samskifti við Anniku Smith, skrivara hjá Kuupik Kleist, havi undrast á, hví Kuupik Kleist, sum ein seriøsur politikari, ikki kom við einum konstruktivum aftursvari til innihaldið í klummuni, er ein óskrivað søga. Tað má í minsta lagi vera uppá sítt pláss, at viðkomandi politikari, sum vil at skúlabørnini í Føroyum skulu læra grønlendskt, fylgir við, hvørjar reaktiónir eru í kjakinum í føroysku miðlunum um uppskotið hjá Útnorðurráðnum. Hóast alt svaraði Kuupik Kleist aftur uppá greinina – 27 dagar aftaná!

“Den såkaldte søvnløse skribent på Dimmalætting”, sum Kuupik nevnir meg í greinini 20 september, er farin aftur til Danmarkar undir víðari lesnað. Innihaldið í hesi greinini er uppá rokningina hjá mær, Torkil V. Rasmussen og ikki Dimmalætting, soleiðis at Kuupik Kleist ikki aftur heldur, at talan vera um “sprogforvirring på Dimmalætting”.

Kuupik Kleist, sum fólkatingslimur, hevði í “skjóta” aftursvari sínum – 27 dagar aftaná - ein ótrúligan tendens at leggja orð í munnin á mær viðvíkjandi Hinvegin hin 24 aug. 2006 undir heitinum, “Grønlendskt á tímatalvuna?”.

Kuupik skrivar í Dimmalætting hin 20 september um meg:
”- ifølge skribenten således, at børnene vel at mærke skal lære at tale, læse og forstå grønlandsk. Udover at han mener, at det er forkert, at færøske børn skal til at lære at tale grønlandsk, når de i forvejen har svært nok ved at lære engelsk og tysk, mv. oveni deres eget modersmål, så mener han også, at det ressourcemæssigt er helt udelukket, eftersom der i de færøske skoler knap nok er råd til at give eleverne specialundervisning.”

Hevði Kuupik vinarliga víst á hvar í Hinvegin hin 24 august, at tað stendur, at eg haldi tað vera skeivt at læra tey føroysku børnini grønlendskt? Faktum er, at at nógv føroysk børn hava torført at læra egið móðursmál, dansk, enskt og týskt v.m. Ein víðkan av mongdini av fremmandamálum í føroyska fólkaskúlanum, haldi eg ikki bera tann rætta vegin við tí fyri eyga at brynja fólkaskúlaungdómin til globaliseringina, bert tí talan er um stórar geografiskar regiónir í Útnorði. Hinvegin er enskt, týskt og danskt, ífylgi klummuni hjá mær, av størri relevansi, hvat umræður at verða partur av globaliseringini í mun til, hvat grønlendskt og íslendskt er, at fylla í okkara fólkaskúlaungdóm.
Óansæð hvat eg haldi, ella hvat Kuupik Kleist heldur vera rætt, so stendur einki um, at tað er skeivt at læra tey grønlendskt!
Í klummuni vísti eg á, at tað verður torført at fíggja undirvísing í íslendskum og grønlendskum, tá ið tað í dag eru so nógvir næmingar í føroyska fólkaskúlanum, sum hava tørv á serundirvísing, sjálvt um hesin tørvurin fíggjarliga ikki verður nøktaður.
Fyri at tað skal sláast heilt fast, havi eg aldrin staðfest, at tað er útilokað at fíggjaligt pláss verður til at læra børnini málini í útnorði, men loyvdi mær í staðin at at seta spurning við, hvar peningurin til hugskotið hjá Útnorðurráðnum, hvat viðvíkur nýggju potentiellu norðurlendsku málunum í føroyska gfólkaskúlanum, skal koma frá.

Hvat meinar Kuupik Kleist við, tá ið hann víðari skrivar: ”Jeg ville have forståelse for skribentens frustration, havde det ikke været fordi han overfortolker rekommandationen og hensigten bag den. Rekommandation 5/2006 lyder konkret: ”Vestnordisk Råd opfordrer regeringerne i Island, Færøerne og Grønland til at indføre undervisning i de vestnordiske nabolandes historie, samfundsforhold, kultur og sprog som fast bestanddel af undervisningsplanerne i folkeskolerne på forskellige og passende klassetrin. Landene opfordres til at lave fælles undervisningsmateriale på alle tre sprog for at tjene formålet.”

Hvørjar frustratiónir meinar Kuupik Kleist ítøkiliga við, og hvussu kann uppskotið hjá Útnorðurráðnum verða yvirtulkað, tá ið innihaldið í Hinvegin var ein viðmerking til, hvat Kuupik Kleist úttalaði seg um í Útvarpi Føroya aftaná ársfundin hjá Útnorðurráðnum?

Kuupik heldur áfram:
”Der er således ikke tale om, at færøske børn slavisk skal lære at tale grønlandsk, men derimod at vidensniveauet om historien, samfundsforholdene og kulturen, herunder det sprog, der karakteriserer Færøernes nærmeste atlantiske naboer, samlet set bør højnes. Dette understregede jeg også i den færøske radio.

Hvør uttan Kuupik sjálvur í viðmerking til viðmerking til úttalilsini hjá fólkatingsmanninum hevur sagt, at føroyskir skúlanæmingar “slaviskt”, sum Kuupik sjálvur kallar tað, skulu læra grønlendskt? Eg hevði verðið fegin, um grønlendski fólkatingslimurin í Norðuratlantsbólkinum ítøkiliga kundi víst á, hvar í Hinvegin hin 24 aug., at tað stendur skrivað.

Nógv bendir á, at grønlendski fólkatingsmaðurin dámar væl at leggja orð í munnin á mótpartinum.
Hóast alt var endamálið við greinini í Hinvegin hin 24 aug. bert, um ikki tað var sjónligt nokk fyri Kuupik Kleist, kritiskt, at seta spurningar við úttalilsini hjá Kuupik Kleist í Útvarpi Føroya, sum hann kvøldið áðrenn blaðið til hósdagin hin 24 aug. fór til prentingar, um at styrkja aldargamla tilknýtið til útnorður.

Helgi Abrahamsen endurgevur í Dimmalætting hin 26 september, orðarætt, hvat varð sagt í Útvarpi Føroya aftaná ársfundin hjá Útnorðurráðnum síðst í august mánaða í ár.
“Vit skulu duga betur at skilja og tosa grønlendskt og íslendskt við. Grannamálini skulu á tímatalvuna í fólkaskúlanum í útnorðri, ja útnorðurbúgvar skulu læra meira um viðurskiftini hjá hvørjum øðrum yvirhøvur. Á landsfundinum sum endaði í gjár mælti Útnorðurráðið stjórnini í Íslandi, og landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi til, at seta í verk undirvísing í søguni, samfelagsviðurskiftunum, mentanini og málunum hjá hvørjum øðrum. Hetta skal vera fastur táttur í tímatalvuni í fólkaskúlanum, og heitt verður á londini um at gera felags undirvísingartilfar á øllum trimum málum” (endurgeving endað).

Hettar var eisini tað, sum eg hoyrdi eg Kuupik Kleist úttala seg um í ÚF hin 23. august, og fekk hettar meg til at seta nakrar kritiskar spurningar viðvíkjandi úttalilsunum hjá Kuupik Kleist í ÚF og ikki til sjálvt tilmælið, sum Kuupik annars sigur, at eg havi yvirtulkað?

Sagt varð í greinini hjá mær, at tað einasta, sum Føroyar hava til felags við Grønland er Danmark. Hettar fær Kuupik Kleist at siga:
”At mene at Færøerne og Grønland kun har Danmark tilfælles, understreger kun i mine øjne det bedrøvelige i, at man hidtil har overset behovet for mere oplysning om og undervisning i hinandens lande og kulturer. Jeg mener, at vi er fælles om meget, der rækker ud over Rigsfællesskabet og dets politiske arv.
Vi har eksempelvis en lang tradition for at bo og arbejde i hinandens lande, vi har i århundreder levet af ressourcerne fra det samme hav...”

Kuupik vísur á, at íbúgvar í útnorði hava tørv á upplýsing og undirvísing í londunum og mentanum hjá hvørjum øðrum. Í hvørjum stendst hesin tørvurin? Sagt verður, at við hava langa siðvenju at arbeiða og búgva í londunum hjá hvørjum ørðum. Jú, føroysk skip sigla og hava siglt undir Grønlandi, og einstakir føroyingar hava búð og búgva í Grønlandi, men er tað veruliga ein orsøk til at føroysk skúlabørn skulu hava grønlendskt á tímatalvuna og enntá íslendskt?
Kanska hava føroyingar eina langa siðvenja at búgva í Grønlandi, men tó er hendan siðvenjan ikki størri enn hon er fyri øll onnur lond í heiminum. Skulu teirra móðurmál so eisini á tímatalvuna?

Seinni í viðmerkingini hjá Kuupik hin 20. september 2006 kann Kuupik ikki halda sær aftur við at leggja orð í munnin á mær. Her skrivar hann:
“I modsætning til skribenten, mener jeg, at det er overordentligt vigtigt, at vi i Grønland, på Færøerne og på Island, lærer om hinandens historie, kultur og sprog og får styrket den fælles identitet, vi har i Atlanten.”

Kuupik Kleist sigur seg, í mun til skrivaran á Dimmu, altso meg, at tað er av týdningi... Við ørðum orðum sigur Kuupik, at eg ikki haldi tað vera av týdningi at styrkja um “felags samleikan”, sum vit “opinbart” hava í Atlantshavinum, men hvørjir eru hornasteinarnir til hendan pástand? Tað verður so ikki beinleiðis nevnt nakað um í klummuni? Um eg haldi tað vera av týdningi ella ikki, er líkamikið, tá ið tað ikki framgongur nakrastaðnis í fyrr nevndu klummu í Dimmu hin 24. aug., men enn einaferð bert orð, sum verða løgt í munnin á mær.

Persónliga haldi eg ikki tað vera av týdningi at vit læra næmingar okkara íslendskt og grønlendskt, hóast talan er um stór landafrøðislig umráði í Útnorði. Eg haldi einfalt ikki, at vit føroyingar hava ein felags samleika við grønlendingar meiri, enn vit hava við onnur lond í heiminum. Við at játta pening og seta tíð av til grønlendskt og íslenskt fer at bera so í bandi, at aðrar núverandi relevantar lærugreinar verða niðurprioriteraðar til fyrimuns fyri tvey mál, sum sera fá fólk tosa í heiminum. Hettar haldi eg ikki vera røttu leiðina at ganga í globaliseringini.
Av teirri orsøk, at eg, og allarhelst flestu føroyingar eisini, haldi, at meiri má gerast fyri, at næmingarnir gerast betri í egnum móðurmáli og lærugreinum s.s. donskum, enskum, týskum og støddfrøði. Tískil haldi eg tað vera rættast, eftirsum nógvir næmingar eru fakliga veikir, at størri játtan verður sett av til júst nevndu lærugreinir og ikki at gloyma serundirvísingina.
Nógvir eru partarnir, sum mugu geva sítt íkast til, at føroysku fólkaskúlanæmingarnir verða millum teir bestu til næstu PISA-kanning.
Tað skal sláast fæst, at endamálið við Hinvegin hin 24 aug. var at spurnartekin við ætlanirnar hjá Útnorðurráðnum í tilmæli teirra til stjórnirnar í teimum trimum londunum í útnorði at seta grønlendskt og íslendskt á tímatalvuna hjá skúlabørnunum, tá ið talan er um at styrkja fólkaskúlanæmingarnar í globaliseringini.