Í kvøld er grýlukvøld

Tað er gamalt, at grýlur - smáar og viðhvørt eisini stórar - vitja á gátt føstulávintsmánakvøld.

Tað er gamalt, at grýlur - smáar og viðhvørt eisini stórar - vitja á gátt føstulávintsmánakvøld, og tá er gott at eiga eitt hvørt inni at geva teimum at hava út aftur við sær.

 

Í kvøld er føstulávintsmánakvøld, og í nógvum heimum kring landið hava grýlur verið á vitjan.

 

Flestu eiga okkurt inni at geva grýlunum, og tær fæstu munnu vera farnar tómhentar avstað aftur. Grýluveðrið hevur ikki verið av tí besta í kvøld, men tað helt ikki grýlunum aftur.

 

Einaferð miðskeiðis í dag vitjaðu nógvar grýlur eisini í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hetta var ein frítíðarskúli, og áðrenn tey komu í Miðlahúsið, høvdu tey vitjað í býráðshúsunum á Vaglinum.