Í kvøld er Havnin svørt og hvít

Tað eru B36 viðhaldsfólkini, sum nú fara úr Gundadali við røttum ryggi, meðan HB viðhaldsfólkini hesa ferð ikki eru í so góðum hýri.

B36 hevur í kvøld vunnið framskundaða landskappingardystin í 16. umfari ímóti HB 2-0. Sylla stútaði til 1-0 stutt undan steðginum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki økti miðverjin Fróði Benjaminsen til 2-0.

Síðstu løtuna royndi HB at leggja trýst á, men tað eydnaðist ongantíð at hótta málið aftanfyri landsliðsmálverjan Jákup Mikkelsen.

B36 sigurin ber við sær, at árstalsfelagið nú er átta stig frammanfyri HB.

NSÍ 31 stig

B36 31 stig

EB/Streymur 28 stig

HB 23 stig

GÍ 22 stig

B71 18 stig

Skála 17 stig

KÍ 12 stig

AB 10 stig

VB/Sumba 8 stig

Øll liðini hava spælt 14 dystir uttan B36 og HB, sum hava spælt 15 dystir.

Í vikuskiftinum sær skráin soleiðis út:

B36-GÍ

VB/Sumba-HB

NSÍ-EB/Streymur

B71-Skála

KÍ-AB (mikudagin 4. juli