Orsaka av, at nýggjársaftan fellur á ein sunnudag, so er ikki loyvt at selja fýrverk í morgin. Tað merkir, at tey, sum mangan er í seinra lagnum, mugu heldur skunda sær. Tí í kvøld er seinasta freist at selja fýrverk.
Tað eru fleiri felagsskapir, sum selja fýrverk kring landið og somuleiðis eru handlar kring landið, sum selja fýrverk. Teir flestu handlarnir stongja í kvøld um 20.00 tíðina, tó onkur ivaleyst hevur opið longri.
Í morgin, nýggjársaftan, verður fínasta veður at skjóta fýrverki í. Tað letur til at verða av fagrasta veðrið ta løtuna, vit fara inn í nýggja árið. Norska veðurstovan yr.no boðar frá nærum stilli og turt um meginpartin av landinum, men okkurt æl verður antin fyrr um kvøldið ella seinni á nátt.
Danska veðurstovan DMI sigur tað sama, meðan íslendska Belgingur sigur, at tey í Sundalagnum kunnu vænta nakrar dropar um midnáttarleitið.