Kvøldseta í Hósvík

Í sambandi við altjóða eldraárið verður skipað fyri kvøldsetu í Hósvík í kvøld

Nógvar kvøldsetur hava verið í sambandi við altjóða eldraárið, sum er í ár. Í kvøld fáa hósvíkingar og fólk har um leiðir høvið at koma saman. Kvøldsetan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00. Jaspur Larsen frá Sunda Pensjónistafelag býður vælkomin. Umboð fyri Eiðis, Hvalvíkar, Hósvíkar, Haldarsvíkar og Sunda kommunu hugleiða um eldrapolitikk, og umboð fyri fyrireikingarnevndina fyri føroyska eldraárið sigur frá. Ragnar Jacobsen syngur og Sunda Pensjónistafelag býður kaffi, te og køkur. Øll eru vælkomin.