Mánakvøldið 5. november kl. 20 fer Páll Kunoy at siga frá um nýggju bók sína, ?Fossanes - bóru ikki boð í bý? Hendan bókin er um syndarligu vanlukkuna, tá ið Fossanes fórst í ódnarveðri undir Íslandi í 1938. Bókin kemur út ein av fyrstu døgunum og er næsta bindið hjá nevnda rithøvundi um vanlukkur á sjónum. Fyrra bókin var um, tá ið Blythesome fórst við Kappan, og Coralia bjargaði manningini. Kvøldsetan er ókeypis ? og øll eru vælkomin, heilsa tey úr Fuglafirði.