Tað var tætt, og tað var ógvuliga spennandi, tá ið dreingjamanningarnar í kvøld kappaðust í Hvalvík.
Á norðoyastevnu vann Fípan Fagra í heimasjógvi. Í kvøld var starturin ikki góður hjá Fípuni, sum tó stríddi seg fram millum teir fremstu í endaspurtinum.
Frúgvin úr Miðvági, Junkarin úr Kvívík og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag bjóðaðu seg fram beinanvegin. Meðan Sílið datt eitt sindur afturav í endaspurtinum, so hilnaðist tað betri hjá hinum.
Í endaspurtinum var tað púra javnt millum fleiri bátar. Fyrstur um málstrikuna av Junkarin úr Kvívík, sum bara var eitt vet undan Frúnni úr Miðvági og Fípuni Føgru úr Klaksvík. Tjaldrið, sum var næstfremst í Klaksvík, tá ið tað var lítil munur millum Fípuna og Tjaldrið, endaði í kvøld á fjórða plássi.
1.Junkarin 5.04.00
2.Frúgvin 5.04.02
3.Fípan Fagra 5.04.09
4.Tjaldrið
5.Kollur
6.Sílið
7.Teistin
8.Beinta
9.Jallurin
10.Ritan