Henda myndin av trimum skipsførarum, sum fingu prógv í gjár, má sigast at vera nokso serstøk. Allir eru teir kvívíkingar, eftirnavnið er Davidsen, og teir eru allir úr somu familju.
Frá vinstru eru skipsførararnir, Hans Jákup Davidsen, í miðjuni Torfinn Davidsen, sum er pápabeiggi Hans Jákup - og uttastur til høgru er Sámal Davidsen, sum er pápi Hans Jákup Davidsen.
Hesum trimum - og øllum, sum tóku skipsføraraprógv í hesum umfari - verður ynskt alt tað besta á lívsleiðini.