Kvívíkingur fyri triðju ferð

8-mannafarið hjá kvívíkingum hevur fyri triðju ferð í ár vunnið, og harvið er Kvívíkingur stórfavorittur at vinna FM heitið.

Á málinum var eingin ivi. Kvívíkingur var klárt fremstur - eina bátslongd frammanfyri kappingarneytarnar.

Men leingi var tað rættuliga spennandi. Fríggjarin var bragdligur í startinum, og hann var leingi á odda.

Tá ið teir næstu fóru um málið, var tað rættuliga tætt. Frá Fríggjaranum, sum var nummar tvey, og aftur til Árnfirðing, sum var nummar fýra, var bara ein stórur skutur.

 

1 Kvívíkingur 06:53.00

2 Fríggjarin 06:56.07

3 Argjabáturin 06:56.18

4 Árnfirðingur 06:57.16

5 Ørvur 07:10.24

6 Knørrur 07:14.15

 

1 Kvívíkingur 21

2 Argjabáturin 17

3 Fríggjarin 15

4 Árnfirðingur 13

5 Ørvur 8

6 Knørrur 7