Kvívíkingur á heimsins størstu skipasmiðju

Kvívíkingurin Jan Joensen er projektleiðari á heimsins størstu skipasmiðju í Suðurkorea. Jan, sum er 43 ára gamal, lærdi í síni tíð á Tórshavnar Skipasmiðju, fór til Danmarkar at læra til skipsverkfrøðing, og fór síðani at arbeiða hjá altjóða felagnum Lloyd's Register. - Tað er einki at dylja yvir, at lønin dregur, tá tú verður sendur í onnur lond at arbeiða, sigur hann

Føroyingur í Suðurkorea

 

 

Nevnir tú navnið Hyundai, so munnu tey flestu hugsa um bilarnar, sum minna nokkso nógv um Honda. Fáur man hugsa um heimsins størstu skipasmiðju í Suðurkorea, sum byggir útvið 100 skip um árið – skip ið eru bæði stór og dýr til frálandavinnuna og farmaflotan.

Men í landssynningspartinum av Suðurkorea, í býnum Ulsan, arbeiðir 43 ára gamli Jan Joensen úr Kvívik á hesi risa stóru skipasmiðjuni hjá Hyundai Heavy Industries, bert 3 kilometrar frá har bilaverksmiðjan Hyundai liggur. Saman við konuni og báðum synunum hevur Jan búð og starvast í Ulsan seinasta hálvafjórða árið

Sosialurin hitti Jan Joensen, nú hann var heima í Kvívík og vitjaði familju sína í summarferiuni.

 

Útstationering

Jan Joensen traðkaði sínar ungdómsskógvar á Tórshavnar Skipasmiðju, har hann lærdi til sveisara. Liðugur við tað fór hann til Danmarkar at læra, fyrst til skipsbyggjara og síðani á teknikum í Helsingør til skipsverkfrøðing.

Hann fekk starv hjá altjóða fyritøkuni Lloyd's Register, ið tekst við klassing og nýbygging av skipum. Hetta er ein aldargomul fyritøka, ið hevur sín uppruna í Onglandi, og sum í dag virkar kring allan knøttin.

- Føroyingar kenna nokk mest til Norsk Veritas, tá tað kemur til hetta slag av virksemi. Lloyd's og Veritas gera stórt sæð sama slag av arbeiði, vit eru kappingarneytar, greiðir Jan Joensen frá.

Eg spyrji Jan Joensen, hvussu hann endaði í Suðurkorea.

- Tá ein arbeiðir í sovorðnari fyritøku, verður ein viðhvørt spurdur um at fara aðrastaðni at arbeiða. Viðhvørt spyr ein um tað sjálvur. Eg arbeiddi í Kina áðrenn og ynskti sjálvur at sleppa til Korea. Suðurkorea er øðrvísi enn nógv onnur lond har á leiðini, nógv øðrvísi enn til dømis Kina, Vietnam og Filipsoyggjar. Landið kann í dag mest samanberast við Japan, og kostnaðarstøðið er høgt, nærum eins høgt og í Føroyum, greiðir Jan Joensen frá og heldur fram:

- Sjálvt arbeiðið broytist ikki nógv frá stað til stað, so eg visti, hvat eg fór inn til. Bæði arbeiðsplássið og skúlin, har dreingirnir ganga, liggja beint við har vit búgva. Har er friðarligt, eingin kriminalitetur, so vit hava einki at klaga um.

Gularótin hjá fleirtjóða fyritøkum at fáa fólk í onnur lond at arbeiða, ella verða útstationerað, er oftani ein feitari lønarposi. So eg spyrji Jan, um tað eisini er galdandi í hansara føri.

- Tað er einki at dylja yvir, at bæði eg og mínir starvsfelagar fáa meiri løn, tá vit verða útstationeraðir, sigur Jan Joensen.

 

Álitisstarv og stórar verkætlanir

Jan Joensen er projektleiðari fyri nýbygningar av slagnum LPG, ið stendur fyri "liquified petroleum gas". Talan er um klassing av hesum nýbygningunum, líka frá tí at kjølurin verður strektur, til skipið verður latið eigaranum.

- Arbeiðið inniber millum annað at halda eyga við, at nýbygningarnir lúka øll altjóða krøv sambært galdandi lógum, krøv sum eru tengd at hvat slag av skipum, talan er um, sigur Jan Joensen.

Hyundai skipasmiðjan, har Jan hevur sína dagligu gongd, hevur rópt seg sjálva "global leader" innan skipasmíð. Tað vil við øðrum orðum siga heimsins størsta skipasmiðja. Jan Joensen greiðir frá, at eitt annað kent altjóða merki, Samsung, hevur eisini eina risa stóra skipasmiðju, sum liggur bert 2 tímar frá, har Hyundai skipasmiðjan liggur. Á Samsung skipasmiðjuni gera tey nógva útgerð til frálandavinnuna, so sum boripallar og líknandi.

- 'Hyundai Heavy Industries' er heimsins størsta skipasmiðja. Tað er eingin onnur skipasmiðja, sum byggir so nógv skip. Tað arbeiða 25.000 fólk á sjálvari skipasmiðjuni, men hartil eru 20.000 undirveitara arbeiðspláss afturat uttanfyri smiðjuna sjálva. Har eru nógvar deildir, onkur tekur sær bert av at veita skipini, onkur onnur tekur sær bert av doyping við orkestrum og móttøku og so framvegis, sigur Jan Joensen.

Umframt nýbygningar byggir skipasmiðjan eisini eina rúgvu av deilum og motorum til aðrar skipasmiðjur. Og tað eru ikki hissini motorar.

- Umleið 500 motorar verða bygdir um árið, og tað eru motorar á stødd við heili hús, heldur kvívíkingurin fyri.

 

Nógv øðrvísi enn Føroyar

Eftir at Jan Joensen hevur greitt frá øllum omanfyri, gevur tað lítla meining at spyrja, um arbeiðið á Hyundai skipasmiðjuni á nakran hátt kann samaberast við til dømis Tórshavnar Skipasmiðju. Tað man vera sum dagur og nátt at samanbera heimsins størstu skipasmiðjum við eina føroyska skipasmiðju, og tað váttar Jan.

Men hvussu gongur arbeiðið so fyri ein vanligan dag har eysturi.

- Vit arbeiða vanligar dagar, gera nógv ymisk ting, til dømis at fara til sýnir. Tað kann vera at hyggja eftir botninum á einum skipi, testa ein bjargingarbát, ein krana, mála longdina á einum skipi, hyggja eftir akkerinum, ella hvat sum helst. Tað eru nógvir mans um slíkt.

Hóast skipasmiðjan byggir útvið 100 skip um árið, so tekur tað meiri enn eitt hálvt ár at byggja eitt skip. So nógv skip standa í gerð samstundis, og í miðal verða 2 nýggj skip latin hvørja viku.

- Onkuntíð kunnu 5 skip verða latin eftir einum degi, aðrar tíðir kunnu ganga fleiri dagar ímillum, sigur Jan Joensen og heldur fram:

- Bara í januar mánaði hevði Lloyd's 29 skip í gerð í senn, og tað er alt frá nýbygningum til skip, ið næstan eru liðug. Fyrsta dagin kann stál verða skorið til eitt nýtt skip, næsta dagin kann eitt annað skip verða latið eigaranum. Tað vóru einir 50 inspektørar um hesi 29 skipini, vísir Jan Joensen á.

Skipini, talan er um, eru stór gassskip, supertankarar og bingjuskip, men ikki fiskiskip. Stutt sagt millum heimsins størstu skip.

 

Hørð krøv til børn og ung

Suðurkorea er í mangar mátar eitt framkomið samfelag við høgum lønarlagi. Men tað verður eisini arbeitt sera hart frá morgni til myrkurs.

- Vanliga lønarlagið er ikki langt undir tí í Føroyum. Suðurkorea kann als ikki samanberast við til dømis Kina. Ein sveisari í Suðurkorea forvinnur umleið 20.000 krónur um mánaðin, meðan ein kinesiskur sveisari kanska forvinnur ein tíggjundapart av hesum. Hetta avspeglast eisini aftur í kostnaðarstøðinum, tað er dýrt í Suðurkorea.

- Suðurkoreanar eru arbeiðssamir og halda ikki nógvar steðgir. Tað er einki við at halda hálvan tíma pausu, teir arbeiða við fullari ferð alla tíðina, sigur Jan Joensen.

Hann greiðir víðari frá, at fólkini eru errin av sínum arbeiði, tey kýta seg fult út og arbeiða nógv og leingi.

- Viðhvørt tykir mær synd í koreanskum børnum, tey ganga í skúla alla tíðina, frá klokkan 8 á morgni, til tey fara til songar um kvøldið. Tá tey ikki eru í skúla, so gera tey okkurt annað til nyttu. Krøvini til børn og ung í Suðurkorea eru hørð, og tað man ivaleyst vera ein grundin til, at sjálvmorðstølini eru vaksin nógv síðstu árini. Bæði foreldur og samfelagið seta stór krøv til børn og ung. Eftir mínum tykki hava tey ungu einki lív, heldur Jan Joensen grundandi fyri og greiðir víðari frá, at hendan gongdin sær út til at vinda alt meiri upp á seg, eins og í Japan. Hugsanin er, at tey sum arbeiða hart og fáa sær góða útbúgving eisini hava útlit til hægri lønir og betri lív.

- Tey stremba øðiliga nógv eftir at fáa eitt hægri livistøði, sigur hann.

 

Lønin meiri eggjandi har

Eg spyrji at enda Jan Joensen, um hann ætlar at venda aftur til Føroya einaferð.

- Tað eru nógv, ið spyrja meg tann spurningin. Eg veit ikki í løtuni, hvussu leingi eg verði í Korea ella í Fjareystri í heila tikið. Men umstøðurnar fyri meg eru góðar har, tí havi eg ongar tankar um at koma aftur til Føroya. Eg havi heldur ikki búð í Føroyum, síðani eg í 1988 fór til Danmarkar at lesa, vísir hann á.

Og sum skilst er tað eisini lønin og lágur skattur, sum lokkar. Jan Joensen vil ikki siga, hvussu góða løn hann fær eftir skatt, men kann siga so mikið, at tað er munandi meiri, enn um hann arbeiddi í Danmark.

- Tá ein arbeiðir uttanlands á henda hátt, so rindar ein eisini lutfalsliga lítlan skatt, sigur Jan Joensen úr Kvívík at enda.

 

 

Øll tøl fyri 2007

Suðurkorea

Føroyar

BTÚ pr. íbúgva í miðal

uml. 130.000 krónur

uml. 250.000 krónur

Búskaparvøkstur

5%

9,3 %

Arbeiðsloysi (árstíðarjavnað)

3,3%

1,5 %

Keldur: CIA, The World Factbook (tøl fyri Suðurkorea). Hagstova Føroya og Landsbanki Føroya (tøl fyri Føroyar).

 

 

Fakta

 

'Hyundai Heavy Industries' er heimsins størsta skipasmiðja og liggur í býnum Ulsan í Suðurkorea.

Skipasmiðjan hevur 25.000 arbeiðspláss, umframt 20.000 undirveitara-arbeiðspláss.

Letur 94 skip í ár (stór og dýr skip).

Longdin av teimum 94 skipunum er tilsamans umleið 30.000 metrar.

Letur eisini umleið 2000 motorar, harav 330 høvuðsmotorar við í mesta lagi upp í 109.000 BHP.

Letur eisini 300 skrúvur, harav tær størstu eru 10,5 metur í tvørmáti.

Miðal árslønin hjá arbeiðsfólki á Hyundai skipasmiðjuni í 2007 var US$ 66.000 (umleið 350.000 krónur).

 

Kelda: Jan Joensen