Eftir Hanus Kamban
?????????????????
FYRI DÓMSTÓLIN Í HAAG
SUM NEVNT í seinastu grein varð Mohammad Mossadegh við demokratiskari avgerð og av einum at kalla einmæltum tingi tann 28. apríl 1951 valdur til forsætisráðharra í Iran. Hansara fyrsta stóra politiska stig var at ognartaka tað enska oljufelagið Anglo-Iranian.
Atburðurin hjá Bretlandi yvir av hesi avbjóðing er áhugaverdur sum dømi um eitt hjálandapolitiskt paradigma. Mangir bretar, teirra millum serliga høgravendir politikarar sum Winston Churchill og Anthony Eden, vóru enn sannførdir um, at Britannia ráddi yvir "aldunum" og kanska altíð fór at gera tað. Teirra vanvirðing fyri politikarum úr fátækum triðjaheims londum var at kalla uttan mark. Hvat mundi Mossadegh hugsa fyri sær?
Bretland valdi í fyrstu syftu at royna tvær atgerðir, eina løgfrøðiliga og eina av búskaparligum slag.
Hvat ið viðvíkir løgfrøði, royndi Bretland at fáa altjóða dómstólin í Haag at gera av, at teir av røttum áttu oljuvirkið í Abadan og oljumráðið á leiðini. Yvir av teirra dugnaligu sakførarum stóð eitt lið av iranskum løgfrøðingum, sum sær til hjálpar høvdu tann navnframa belgiaran Henri Rolin, ið var professari í altjóða rætti.
Men royndirnar hjá bretum miseydnaðust. Orsøkin var tann prinsipielt sera týdningarmikla - sum Rolin ferð eftir ferð vendi aftur til - at dómstólurin í Haag einans hevði rætt til at døma í sakarmálum millum ríkir. Men spurningurin um tjóðartøkuna av Anglo-Iranian var hinvegin ein sak millum eitt ríki og eitt felag. Tann 22. juli 1952 vísti dómstólurin í Haag málið frá sær.
SABOTASJA
ÓLÍKA BETUR eydnaðust tey búskapar- og handilsligu tiltøkini. Longu í august 1951 setti Bretland t.d. í verk bann fyri at flyta út sukur og stál til Iran. Bretar gjørdu umframt tað av lutvís at fáa onnur lond at nokta oljuserfrøðingum útferðarloyvi til Iran, lutvís at leggja trýst á møguligar oljukeyparar og í evstu syftu at brúka vald móti tangaskipum. Men allarfyrst brúktu teir sabotasju.
Tá ið iranar skuldu fara til verka á tí tjóðartikna oljuverkinum við Abadan, vísti tað seg ferð eftir ferð, at maskinurnar gingu fyri. Sambært tí bretska aðalstjóranum Eric Drake høvdu bretskir stjórar, áðrenn teir fóru avstað, við vilja syrgt fyri, at tólini skuldu vera í ólagi.
Ivaleyst hevði borið til at vunnið á hesum vansa, um Iran kundi seta fólk við tøkniligum kunnleika til at væla um maskinurnar. Men tá ið søkt varð eftir teknikarum og verkfrøðingum, og játtandi svar komu úr mongum londum, fingu serfrøðingarnir ikki útferðarloyvi. Bretland hevði rætt og slætt yvirtalað lond sum Svøríki, Eysturríki, Frakland, Sveits, Týskland og USA til at nokta fakfólkum útferðarloyvi til Iran.
HANDILSBANN
HÓAST HESAR atgerðir lukkaðust væl, bóru bretar ótta fyri, at okkurt hol fór at vera í teirra stongsli, ella at Iran fór at kunna flyta út óviðgjørda ráolju. Anglo-Iranian setti nú lýsingar í bløð kring heimin, har hótt varð við "neyðugum atgerðum" móti londum, sum keyptu iranska olju.
Men ikki øll lond vóru fús at akta bretar. Eitt nú eydnaðist í fyrru helvt av 1952 tangaskipum úr Argentina og Japan hóast tann bretska stongsulin at føra olju úr Abadan. Nú var bretum greitt, at brúk var fyri dyggari atgerðum. Um hetta mundið, á sumri 1952, beyð eitt italskt oljufelag sær til at keypa 20 milliónir av iranskari ráolju tey komandi tíggju árini.
Iran var um hetta mundið um at fara á húsagang. Men kom hesin handilin í lag, var landsins búskapur bjargaður.
Tað italska felagið leigaði tangaskipið Rose Mary til at føra oljuna til Italia. Á heimleið varð skipið tikið av bretska herflotanum og tvingað inn í havn í tí bretska varðlandinum Aden.
SKARPARI LÚTUR
HENDA VALDSGERÐ var ein lemjandi vanlukka fyri Mossadegh og hansara stjórn. Einki oljufelag tordi nú at keypa ráolju úr Iran. Brátt var landsins høvuðsinntøka horvin. Inntøkan av oljuinnflutningi fyri 1950 - sum fevndi um 70% av landsins útflutningsvirði - var 45 milliónir dollarar. Árið eftir var hon minkað niður í helvt. Og í 1952 kom hon niður ímóti null.
Meðan bretar soleiðis, við handilsbanni og valdsgerðum á sjónum, táttaðu kjaftbandið um Iran, vórðu land og stjórn hótt av vaksandi ruðuleika. Búskaparliga nærkaðist Iran húsagangi. Í tjóðartinginum harðnaði orðaskiftið. Misnøgdin við Mossadegh var vaksandi. Varligir politikarar ávaraðu um, at stjórnin koyrdi landið út av eggini. Bløðini, sum høvdu fingið meira frælsi enn nakrantíð fyrr, leikaðu í við ákærum og spádómum um undirgang.
Nakrar dagar var líkt til, at bretar fóru at fáa sín vilja. Nívdur bæði av handilsbanni og vaksandi innlendis misnøgd legði Mossadegh í juli 1952 frá sær.
Men eftirmaður hansara Ahmad Qavam sat einans fýra dagar. Her eiga vit at minnast til, at stjórnin hjá Mossadegh hevði framt ein hóp av tiltøkum, sum høvdu framburð við sær, eitt nú lógir og samtyktir um arbeiðsloysisstuðul, trúarfrælsi, javnrætt fyri kvinnur og frælsi í skúlum og á lærdum háskúlum. Tá ið iranar av álvara skiltu, at teirra fyrsti demokratiski leiðari var fráfarin, vaknaðu teir til dáð. Eftir kravgongur til fyrimunar fyri Mossadegh varð hann tann 21. juli 1952 afturvaldur til forsætisráðharra.
Bretum var nú greitt, at hatifuglurin var ikki so lættur at syfta. Hvørki tann handilsliga klípitongin, fótonglar frá undirbrotligum europeiskum londum ella valdstiltøk frá The Royal Navy vóru nóg mikið til at fella tann gamla demokratin úr Khorasan. Skarpari lútur skuldi til.
INNRÁS ELLA KVETT?
LONGU STUTT eftir at Mohammad Mossadegh hevði tjóðartikið ta iransku oljuna, var hugskotið at fella hann og hansara stýri við makt borið fram á fyrsta sinni. Bretar høvdu upprunaliga hugsað um at gera innrás í Iran. Men hetta varð hildið at vera ov sjónskt og klombrut. Tískil var kvettloysnin vald. Kvettætlanin, sum sjálvsagt skuldi vera loynilig, skuldi vera løgd til rættis í Bretlandi og USA. Men sjálv tann ítøkiliga atgerðin skuldi verða framd í samstarvi við ørindasveinar í Iran, sum skuldu yvirtalast við stórum pengaupphæddum.
Nakað lítið mál var hetta ikki. Mossadegh varð valdur til forsætisráðharra av einum at kalla einmæltum tjóðartingi. Tann fylking, sum stuðlaði hann, hevði breiða undirtøku bæði á tingi og millum fólk. Undir hansara leiðslu var eitt stórt land í Miðeystri, við einum av heimsins elstu mentanum, á veg fram ímóti einum vesturlendskt dæmdum fólkaræði, har sjónskt skilarúm var millum øðrumegin ta islamsku trúnna og hinumegin stýrisskipan, borgaralig rættindir og lógir.
ATTLEE OG TRUMAN ÍMÓTI UPPÍLEGGING
TA FYRSTU tíðina høvdu hesar ætlanir kortini ikki undanvind á hægri stigi, hvørki í Bretlandi ella USA. Í Bretlandi valdaði um hetta mundið ein javnaðarstjórn, við Clement Attlee sum forsætisráðharra. Uttanríkisráðharri hansara Herbert Morrison tók av fullum huga undir við hugskotinum at leggja upp í innlendis iransk viðurskiftir.
Attlee himpraðist í fyrstuni, men vendi sær so ímóti hesi ætlan. Hansara egna stjórn hevði fá ár frammanundan tjóðartikið eitt nú kolídnað og jarnbreytir. Hvussu kundi ein slík stjórn loyva sær at herja á lond, sum valdu at ganga somu leið?
Í USA var uppaftur verri byrur fyri uppílegging. Forsetin Harry S. Truman og uttanríkisráðharri hansara Dean Acheson bygdu hugsjónarliga á somu frælsistankar, sum upprunaliga høvdu skapt USA.
Tann samanrenning av nationalismu og fólkaræði, sum var kjarnin í teimum politisku hugsjónunum hjá Mossadegh, rímaði væl við hetta støði. Truman og Acheson sóu tað sum sína uppgávu at styðja tilafturskomin triðjaheimslond, sum arbeiddu fyri búskaparligum framburði og høvdu fólkaræði í vesturlendskari merking sum mál.
Aftrat hesum kom, at Truman sum ríkisleiðari hevði eina meira kompleksa og framskygda politiska hugsan, enn vanligt var um hetta mundi. Hugskotið at fella eina fremmanda stjórn var honum ein andstygd ikki minst av teirri orsøk, at ein slík atgerð kundi fáa avleiðingar, sum eingin kundi meta um. Kanska kundi úrslitið í evstu syftu gerast ein vanlukka.
EITT PARADIGMUSKIFTI
MEN SMÁTT um smátt fekk tað heimspolitiska kaleidoskopið eina fyri Iran og Mossadegh døkkari samanseting. Seint á heysti 1951 fór bretska javnaðarstjórnin frá, og Winston Churchill tók aftur um róðrið, við Anthony Eden sum uttanríkisráðharra. Fyri bæði Churchill og Eden, sum vóru hjálandapolitikarar av tí gamla slagnum, var tað um at gera at geva Mossadegh eina skortfleingju. Báðir vanvirdu iranar, tí, sum Eden tók til, "teir eru teppihandilsmenn, og so er alt sagt".
Hóast Bretland soleiðis strongdi á at fara undir atsóknir móti Iran, vóru hvørki Truman ella Acheson til at vika. Men á vetri 1952 fór fram stjórnarskifti í USA. Dwigt D. Eisenhower, sum var republikanari, varð valdur til forseta og innsettur í sítt embæti tann 20. januar 1953.
Henda hending hevði við sær eitt paradigmuskifti í amerikonskum uttanríkispolitikki. Millum teir sterku menninar í stjórnini hjá Eisenhower vóru brøðurnir John Foster Dulles og Allen Dulles. Tann fyrri gjørdist uttanríkisráðharri, og tann seinni fekk starvið sum stjóri í teirri nýliga stovnaðu njósnaratænastuni, CIA.
KROSSFERÐIN HJÁ DULLES-BRØÐRUNUM
BRØÐURNIR DULLES høvdu eitt høvuðsmál: at fara undir eina bæði hernaðarliga, politiska og hugmyndafrøðiliga krossferð ímóti heimskommunismuni. Fyri báðar var málið heilagt, og miðlarnir vóru sjálvsagt hareftir.
Longu áðrenn hann bleiv stjóri fyri CIA, skrivaði Allen Dulles frágreiðingar fyri tænastuna, har hann legði dent á, at hennara endamál var at fremja "duldan sálarfrøðiligan bardaga, loyniligt politiskt virksemi, sabotasju og geriljavirksemi".
Stjórnarskiftið í USA hevði við sær, at sjálv próvgrundin fyri eina atsókn móti Mossadegh broyttist. Fyri Bretland hevði próvgrundin upprunaliga verið búskaparlig. Anglo-Iranian skuldi fáa sítt oljuloyvi aftur, og Bretland skuldi framvegis njóta ágóðan av iranskum tilfeingi. Við Dulles-brøðrunum fekk próvgrundin geopolitiskt og hugmyndafrøðiligt innihald. Tað ráddi nú um at forða fyri, at Iran - sum hevði ein rættiliga sterkan kommunistiskan flokk - bleiv partur av tí kommunistiska heiminum ella, uppaftur verri, bleiv hertikið av Sovjetsamveldinum.
KERMIT ROOSEVELT
FYRIREIKINGAR TIL eitt komandi kvett vóru byrjaðar, longu væl áðrenn Eisenhower gjørdist forseti. Til at samskipa kvettið vórðu valdir Kermit Roosevelt, sum var royndur amerikanskur njósnari, og Christopher Montague ("Monty") Woodhouse, stjóri í tí ensku njósnaratænastuni í Teheran. Roosevelt var abbasonur Theodore Roosevelt - ið var amerikanskur forseti 1901-09 - og sostatt úr góðum imperialistiskum bergi brotin.
Um hetta mundi hevði Mossadegh fingið frænir av, at bretar ætlaðu at fremja eitt politiskt kvett í Iran. Gitingarnar gjørdust til vissu, tá tað varð greitt, at bretskir njósnarar høvdu fundir við iranskar politikarar. Tann 16. oktober 1952 kunngjørdi Mossadegh, at Iran kvetti tað diplomatiska sambandið við Bretland. Sostatt máttu allir bretskir diplomatar og njósnarar fara úr landinum. Á henda hátt fekk USA ein høvuðsleiklut í tí komandi kvettinum - og Kermit Roosevelt bleiv kvettskútunnar loyniligi skipari.
BRØÐURNIR RASHIDIAN
SKAL EIN kvettroynd eydnast, er neyðugt, at neyvt samstarv er millum tað útlendska valdið og innlendskar klæðseksdreingir, sum eru til fals fyri pening. Avgerandi týdning fyri ætlanina fekk samstarvið við brøðurnar Seyfollah, Asadollah og Qodratollah Rashidian, tríggjar ríkmenn, sum átóku sær fyri amerikanskar pengar at mutra iranskar politikarar og skipa fyri konstrueraðum kravgongum og rumbulátøkum.
Roosevelt fekk seinni samband við tveir aðrar agentar - Ali Jalili og Farouk Keyvani. Teimum varð álagt at skapa "svartar" múgvur av óflýggjakroppum, sum skuldu gartera í gøtunum, bróta vindeygu, leggja hond á ósek fólk, skjóta eftir moskum og fáa hampafólk at halda, at teir tóku undir við Mossadegh ella kommunismuni. Tá ið Jalili og Keyvani aftraðu seg, fingu teir valið millum at fáa 50.000 dollarar ella verða skotnir. Teir valdu tann fyrra kostin.
Serligan týdning hevði tað í hesum sambandi, at Rashidian-brøðurnir fingu tann máttmikla Abolqasem Kashani ajatolla - sum eisini var politikari og tinglimur - til at venda sær ímóti Mossadegh-stýrinum. Kashani fór nú undir í skrift og talu at øsa fólkið upp í varg móti Mossadegh og at fáa sínar egnu búrkroppar at leggjast á meira hóvligar tingmenn.
GRØNT LJÓS FYRI KVETTI
TÆR POLITISKU leiðslurnar í USA og Bretlandi, t.e. Eisenhower og Churchill, góvu í mars-apríl 1953 grønt ljós fyri kvettroyndini. Bretar róptu hana upprunaliga Operatión Styvla, men hon fekk at enda tað almenna heitið Operatión Ajax.
Ætlanin var í trimum pørtum. Í fyrsta lagi skuldi fólkið og tingið øsast upp ímóti Mossadegh og hansara stjórn. Í øðrum lagi skuldi herovastin Fazlollah Zahedi, sum í krígsárunum hevði samstarvað við nazistarnar, vera til reiðar at taka við sum nýggjur forsætisráðharri.
Í triðja lagi skuldi Mohammad Reza shahur skriva undir eitt skjal, har hann koyrdi Mossadegh frá, og eitt annað, har hann gav boð um, at Zahedi fekk hansara starv. Hetta seinasta stigið var ímóti lógini. Sambært iranskari lóg kundi forsætisráðharrin ikki koyrast frá, uttan so at tingið samtykti hetta. Men kvettmenninir roknaðu - av røttum - ikki við, at nakar fór at gáa um slíkar smálutir.
ATGERÐIN Í STAKLUTUM
TEIR SUM í staklutum løgdu ætlanina til rættis vóru bretski njósnarin Norman Darbyshire og amerikanski njósnarin Donald Wilber. Ætlanin kann samanfatast í fimm høvuðstáttum:
(A) Loyniligir ørindasveinar skuldu, á ymsan hátt, manipulera fólkahugsanina og venda so mongum iranum sum gjørligt ímóti Mossadegh. Hetta átak, sum 150.000 dollarar vóru settir av til, skuldi "skapa, víðka og vaksa um fólksligan fíggindaskap, illtanka og ótta mótvegis Mossadegh og hansara stjórn". Tað skuldi avmynda Mossadegh sum ein korruptan, vinstrahallan mann, sum hevði illvilja til Islam og ætlaði at forkoma hersins stríðshugi.
(B) Meðan iranskir boðfretar breiddu hesar lygnir út, skuldu ótangar og búrkroppar fyri løn seta í verk "álop" á trúarleiðarar og fáa fólk at halda, at boðini um hetta vóru komin frá Mossadegh og hansara stuðlum.
(C) Ímeðan skuldi Zahedi herovasti við mutri og føgrum orðum yvirtala so mangar heryvirmenn sum gjørligt til at vera fúsar at fremja tær heratgerðir, sum kravdust til at fremja kvettið. Fyri hetta skuldi hann fáa 60.000 dollarar, sum seinni var hækkað til 135.000 dollarar, til at "fáa fleiri vinir" og "ávirka fólk í lyklastøðum".
(D) Eitt átak av sama slag, sum varð fíggjað við 11.000 dollarum um vikuna, skuldi setast í verk til at mutra limir í Majlis (tinginum).
(E) Kvettmorgunin skuldu lønt mótmælisfólk í túsundatali seta í verk ein velduga kravgongu móti stjórnini. Tjóðartingið, sum nú var væl og virðiliga mýkt, skuldi svara við eini "kvasi-lógligari" atkvøðugreiðslu, har Mossadegh varð frákoyrdur. Um hann gjørdi mótstøðu, skuldu herdeildir undir Zahedi handtaka hann og hansara høvuðsstuðlar og síðani taka herstøðir, løgreglustøðir, telefon- og telegrafstøðir, útvarpshús og tjóðbanka.
EITT LÍTIÐ ÓHAPP
DAGIN TÁ kvettið skuldi fremjast - tann 15. august 1953 - hevði tann ovasti fyriskiparin Kermit Roosevelt alla orsøk til at vera nøgdur. Ætlanin var, í øllum staklutum, klár at seta í verk. Fazlollah Zahedi ovasti var fúsur at taka við sum stjórnarleiðari. Mohammad Reza shahur hevði undirskrivað skjølini - firman - har Mossadegh varð frákoyrdur og Zahedi tilnevndur sum forsætisráðharri.
Men í seinastu løtu hendi eitt óhapp. Av avgerandi týdningi fyri kvettið var, at tann ovasti herstjórin í Iran, Taqi Riahi, varð handtikin. Men tá ið Nasiri, sum stóð fyri keisarahirðini, kom at handtaka Riahi, var hann ikki heima. Tað vísti seg, at Riahi hevði hoyrt graml um ætlanina og gjørt fyrireikingar til at seta fót fyri hana.
Nú var líkt til, at alt fór at miseydnast. Úr USA komu boð til Roosevelt um at gevast við ætlanini og koma heim. Shahurin, sum ongantíð heilhugaður hevði tikið undir við ætlanini, og sum annars ikki var djarvur til, fleyg í bræði við Sorayu keisarinnu til Bagdad. Eftir øllum at døma hevði Mossadegh eina ferð enn vunnið.
Men Roosevelt vildi ikki geva skarvin yvir. Hann legði nú eina nýggja ætlan. Í sínum upprunasniði var hon meinlík tí fyrru: fyrst skuldi fólkið øsast upp í varg, síðani skuldi herurin taka valdið og seta "lóg og landaskil" í verk, og endiliga skuldi Mossadegh verða frákoyrdur og Zahedi tilnevndur. Sum nýggjan kvettdag valdi Roosevelt mikudagin tann 19. august 1953.
RUÐULEIKI Í IRAN
MÁNADAG OG týsdag tann 17. og 18. august 1953 vórðu so fyrstu rumbulstigini í Operatón Ajax sett í verk. Í øgiligum harkaliðum tustu fólk, lønt av amerikumonnum, út á gøturnar í Teheran. Tey róptu rakstrarróp, rændu handlar, sorlaðu myndir og herjaðu skrivstovur. Tey gjørdu samstundis greitt, at tey antin vóru viðhaldsfólk hjá Mossadegh ella kommunistar.
Sum vitiligt var, tóku onnur fólk, sum hildu misnøgdina vera ektaða, undir við kravgongunum, teirra millum eisini fólk, sum styðjaðu Mossadegh ella vóru kommunistar. Samanumtikið vóru kravgongurnar sostatt ein samanseting lutvís av løntum ørindasveinum og lutvís fólkum, sum harmaðust um ta fyrru kvettroyndina og bóru ótta fyri, at Iran aftur fór at gerast eitt einaræði.
FELLAN
MEÐAN IRAN soleiðis við ferð sakk niður í anarki, fekk Kermit Roosevelt eitt nýtt hugskot. Hann fann upp á at fara at brúka sjálvan forsætisráðharran sum amboð. Ávísir eginleikar hjá Mossadegh - eitt nú kurteisi og natúrlig hjartagóðska - kundu nýtast til at gera kvettið til eitt rættiligt listaverk. Sostatt fekk Roosevelt yvitalað amerikanska sendiharran í Iran, Loy Henderson, til at biðja um eina samrøðu við forsætisráðharran.
Henderson fór nú til forsætisráðharrin og gramdi seg um tað valdandi óskilið, at amerikumenn vórðu illa viðfarnir í Iran, og eitt nú uppringdir og undirdíktir í ókvæmisorðum. Lesarin eigur her at hava í huga, at - við tað at Operatión Ajax var loynilig - vistu hvørki Mossadegh ella hansara stjórn, at USA stóð aftan fyri ta fyrru kvettroyndina, at ein nýggj roynd var í gerð, ella at ein maður sum Kermit Roosevelt yvirhøvur var til. Sostatt var - hvat vitan um ta sonnu politisku støðuna viðvíkir - asymmetriskt lutfall millum kvettmenninar og Mossadegh.
Mossadegh, ið kundi vera tiltikin bleythjartaður, øtaðist um hesi tíðindir og gav nú - fyri fyrstu ferð - løgregluni boð um at leggja upp í kravgongurnar. Samstundis setti hann sínum egnu viðhaldsfólkum bann fyri at luttaka í kravgongum og øðrum atgerðum.
Um hetta mundið høvdu Roosevelt og hansara skutilsveinar sett nýggj kravgonguherðindir í verk, hesa ferð við mótsettum fortekni. Tey nýggju harkaliðini, sum tustu út á gøturnar, við levint og gang, og sorlaðu og brutu fyri hond, kravdu, at Mossadegh skuldu koyrast frá, og shahurin fáa valdið aftur. Við tað at Mossadegh nú hevði noktað sínum egnu fólkum at luttaka, áttu hesi nýggju harkaliðini vígvøllin einsamøll.
SUM EFTIR ÁNNI
NÚ GEKK alt sum eftir ánni. Framtíðin hjá Iran lá í hondunum á gøtunnar uppøstu mannamúgvum, og so var bara at bíða eftir, at herurin tók um endan. Mossadegh og hansara stjórn komu at vera í eini sera veikari støðu, tí at teirra egnu viðhaldsfólk, sum longu nevnt, sótu heima.
Aftrat hesum kom, at limirnir í Tudeh, tí stóra kommunistaflokkinum, eisini sótu heima henda dagin. Stalin var deyður tíðliga sama várið, og ráðaloysi og maktstríð í Kreml høvdu við sær, at kommunistar í Iran eingi boð høvdu fingið úr Moskva um, hvat teir skuldu gera. Hinvegin høvdu Roosevelts skutilsveinar fingið mullar og ajatollar til at fara upp í kravgongurnar og soleiðis økja um ruðuleikan.
Eftir at herurin nakað út á seinnapartin tann 19. august hevði fingið tamarhald á at kalla øllum her- og løgreglustøðum í Teheran, var Zahedi útnevndur til forsætisráðharra. Sama dag var Riahi herstjóri handtikin.
FRYSTISKÁP FYRI 36 DOLLARAR
MOSSADEGH SJÁLVUR sjálvur vildi ikki geva seg yvir beinan vegin. Sostatt stóð í tveir tímar bardagi uttan fyri húsini hjá honum. Tá ið verjan at enda mátti lúta, og ótangar brutu inn, var forsætisráðharrin rýmdur. Harkaliðið gjørdi seg nú inn á húsini, eldur varð settur á, vindeygur og hurðar vórðu skrødd úr sínum karmum, og meðan login leikaði hátt aftan fyri teir, fóru menn undir - úti á gøtuni - at pranga og selja ognirnar hjá Mossadegh. Frystiskápið hjá forsætisráðharranum fór fyri ein prís svarandi til 36 dollarar.
Ikki fyrr enn dagin eftir - tá eingin ivi longur var um útgangin av hesum leiki - gav Mossadegh seg yvir til teir nýggju valdsharrarnar.
EIN ÓPERSÓNUR
OPERATIÓN AJAX endaði sostatt sum ein út í odd og egg væleydnað atgerð. Á amerikonsku sendistovuni í Teheran varð dansað. Heima á sínum skrivstovum í London og Washington kundu Winston Churchill og brøðurnir Dulles fegnast og tváa sínar hendur. Hinvegin kundi okkurt bent á, at Eisenhower kanska innast inni skammaðist. Mohammad Reza shahur kom heim at taka við valdinum, ikki sørt skammfuktaður um, at hann, tá ið á stóð, var flýddur.
Dagsins maður av Kermit Roosevelt. Meðan kvettið varð fyrireikað, hevði hann brúkt drúgva tíð til - á loynifundum - at fáa shahin at taka undir við ætlanini. Áðrenn hann fór úr Iran, fór hann at heilsa upp á Mohammad Reza fyri seinastu ferð. Í tí hann fór, gav shahurin honum sum souvenir eina sigaretteskju úr gulli.
Dómurin yvir Mossadegh og hansara stjórn og viðhaldsfólk var ymiskur. Teir flestu av hansara ráðharrum vórðu handtiknir. Seksti heryvirmenn og nakrir studentaleiðarar vórðu skotnir. Tudeh og tann tjóðskaparliga samgongan vórðu forboðin og teirra leiðarar fongslaðir ella skotnir.
Uttanríkisráðharrin hjá Mossadegh - Hussein Fatemi - kom fyri rættin, varð dømdur fyri landasvik og skotin. Hann var tann einasti av monnunum rundan um Mossadegh, sum var ættaður frá Muhammed profeti. Í dag er ein av høvuðsgøtunum í Teheran uppkallað eftir honum.
Um Mossadegh sjálvan er at siga, at hann fekk trý ára fongsul og síðani húsavarðhald fyri lívið. Shahurin gav boð um, at hann nú - eftir orwellskari fyrimynd - var ein "ópersónur", sum tað var ósømiligt at taka upp á tunguna. Var hann onkuntíð nevndur, var tað vanliga við niðrandi orðum.
Tá ið Mohammad Reza shahur í 1962 loyvdi tí tjóðskaparligu samgonguni at halda ein fund, var treytin, at hvør talari bara skuldi nevna Mossadegh eina ferð. Mannamúgvan, sum kom á fund, taldi 100.000 fólk. Tey vistu um treytirnar, og hvørja ferð navnið Mossadegh varð nevnt, dundu fagnaðarrópini sum toran. Eksperimentið varð ikki endurtikið.
VEGAMÓT Í MIÐEYSTRI
MEN OPERATIÓN Ajax var sjálvsagt annað og meira enn eitt vanligt politiskt kvett. Hetta var fyrsta ferðin USA beinleiðis legði upp í innanlands viðurskiftir í einum fremmandum landi, sum tað ikki var í kríggi við. Uppíleggingin var samstundis dømi um eina loyniliga atgerð, sum fólkavaldir amerikanskir politikarar einki vistu um. Atgerðin var fyrsta fetið á amerikonsku leiðini frá fólkaræði í orðsins sonnu merking til imperium, har fólkaræði í ávísan mun er eitt eiti.
Men fyrst og fremst gjørdi henda atgerð væl og virðiliga enda á tí demokratisku tilgongd, sum var byrjað í Iran í 1891, og sum hevði havt við sær, at landið í 1906 fekk sítt fyrsta ting og sína fólkaræðisligu stýrisskipan.
Í fjórðu og seinastu grein í hesi greinarøð - sum samstundis er niðurstøða - verður greitt meira gjølla frá, hvørjar avleiðingar Operatión Ajax fekk fyri - ikki bara Iran og alt Miðeystur - men eisini USA og heimin.