KVF orrusta: Stjórarnir vilja ikki vísa teldupostin

Hvørki Taks ella KVF vilja vísa nógv umrødda teldupostin millum stjórarnar. Sosialurin hevur tó fingið hendur á teldupostin

Brot úr VikuskiftisSosialinum. Les nógv umrødda teldupostin í blaðnum, sum er til keyps í handlum kring landið nú. 

 

Hjá Taks er fyrsta svarið, at einki samskifti at finna. Næsta svarið er, at samskiftið ikki verður mett at verða fevnt av almennum innliti. Hjá Kringvarpinum verður tað somuleiðis ikki mett sum verandi fevnt av almennum innliti. Talan er um samskifti millum Johnny í Grótinum og Eyðun Mørkøre, sum hvørgan stovnur vil kennast við í dag. Spurnartekin má setast við, um hetta er at ganga ímóti endamálinum við innlitslógini. 

 

 

Eitt heldur undrunarvert mál er komið undan kavi, nú Miðlahúsið hevur viðgjørt orrustuna í Kringvarpinum seinastu vikurnar. Talan er um eitt ávíst stykki av samskifti millum Eyðun Mørkøre og Johnny í Grótinum. Eitt samskifti, sum vit hava hoyrt nógv um seinastu vikurnar, tó almenningurin enn ikki hevur sæð tað. Sakførarin hjá Liljuni Weihe, Sigmundur Poulsen, er av teirru fatan, at hetta samskifti máar grundarlagið undan uppsagnini av Liljuni Weihe. 

 

 

Slaturin hevur leingi gingið um hetta skrivliga samskifti, og tí er tað nakað síðani, at Sosialurin søkti um alment innlit í hetta samskifti frá Taks. Tí sum sæst her á síðuni snýr samskifti seg um ónøgd hjá Eyðuni Mørkøre um nógv umrøddu samrøðuna í Dagur&Viku, og somuleiðis um hansara fatan av avtalubrotið millum sín og Johnny í Grótinum og Ivan Niclasen. Innihaldið í hesum telduposti kann síggjast frá fleiri vinklum í mun til teir ymisku partar av orrustuni millum Liljan Weihe og Johnny í Grótinum, sum hesin teldupostur er ein partur av, men eitt áhugavert er, sum illa kann síggjast burtur frá, og tað er, at hvørgin av stjórunum vil geva almenninginum innlit í hetta samskiftið. 

 

 

 

Tí upp á fyrispurningin hjá Sosialinum um innlit í hetta samskifti segði lógardeildin hjá Taks, at einki samskifti var millum stjórarnar at geva innlit í. Síðani hevur Sosialurin áhaldandi roynt at fáa viðmerking frá stjóranum um, hví tað er so, men hann vil ikki gera viðmerkingar um hetta samskiftið.

 

 

Og meðan Johnny í Grótinum hevur váttað fyri Sosialinum, at eitt slíkt samskifti er til, so er svarið tað sama frá Kringvarpinum - har er einki samskifti, sum verður mett at verða fevnt av almennum innliti. 


 

 

Á kantinum á innlitslógini

Endamálið við innlitslógini er greitt. Í §4, stk. 1 í innlitslógini er púra greitt, at endamálið er at geva almenninginum rætt til innlit í skjøl, sum eru gjørd ella móttikin sum liður í fyrisitingarligari saksviðgerð. 

Lógardeildin á Taks sigur tó, at samskifti millum stjórarnar báðar ikki kann vera partur av fyrisitingarligari saksviðgerð. Tað er tó lítil ivi um, at samskifti millum tveir almennar stjórar um málsøkið hjá báðum pørtum, má síggjast sum boð frá einum stovni til ein annan. Tað eru ikki privat boð, sum ikki viðkoma almenninginum, tá ið evnið í samskiftinum viðkemur báðum stovnunum. Hjá Taks tí, at hetta er samskifti, sum viðkemur nógv umrødda skattamálinum.  

Hjá Kringvarpinum er lítil ivi um, at telduposturin hevur verið liður í einari fyrisitingarligari saksviðgerð. Í øllum førum er greitt, at starvsfólk undir Johnny í Grótinum vórðu biðin um at fyrihalda seg hesi boðini frá Eyðuni Mørkøre, og somuleiðis er Liljan Weihe síðani søgd úr starvi. Um ein beinleiðis orsøk til uppsagnina er hetta samskiftið millum stjórarnar er óviðkomandi, tí innlitislógin er eisini greið í, at stovnar ikki kunnu velja og vraka millum tilfar í málinum, tí alt innlit skal latast, sum hevur týdning í einum máli, uttan so tað er fevnt av ávísum undantøkum, sum eru óviðkomandi her. 

 

 

 

 

Facebook samskiftismiðilin

Hetta samskiftið, sum í øllum førum er viðkomandi í kjakinum um bæði uppsøgnina av Liljuni Weihe og um kjakið um hvørt Johnny í Grótinum gjørdi avtalu við Eyðun Mørkøre ella ikki, er ikki ein vanligur teldupostur. Hetta er heldur eitt samskifti millum báðar stjórarnar á Facebook. 

 

Tí dagin eftir kjakið í Dagur&Viku, har Eyðun Mørkøre var gestur, sendi hann boðini til Johnny í Grótinum, sum kunnu síggjast aðrastaðni á síðuni her. 

 

Spurningurin er so, hví stjórarnir báðir velja at samskifta á Facebook heldur enn at samskifta umvegis formellu teldupostadressur teirra. 

 

 

 

Sosialurin hevur verið í sambandi við fleiri løgfrøðingar. Teir eru á einum máli um, at um ein nýtir Facebook sum samskiftismiðil, tá ið ein umrøður arbeiðslig viðurskifti, so ger tað ongan mun í sambandi við innlitslógina. Tí hóast innlitslógin hevur eitt niðara bagatellmark, so kann hetta illa sigast at koma undir tað - óansæð hvussu tú samskiftir.