Ætlanin er, at næsta ár skal skattaprosentið í Hvalba verða eitt vet minni enn tað er í ár.
Tað er tilmælið frá fíggjarnevndini í bygdaráðnum í Hvalba, nú fíggjarætlanin fyri næsta ár verður løgd.
Men tað er við størsta varsemi, at skattaprosentið verður lækkað. Í ár er skattaprosentið 19,85 prosent og næsta ár verður tað 19,75 prosent.
Sostatt lækkar skattaprosentið 0,10 prosent og tað fer at kosta kommununi 20.000 krónur í mistum inntøkum. Hinvegin verður barnafrádrátturin næsta ár 6.500 krónur, og tað er tað sama sum í ár.
Janus Thomsen, bygdaráðsformaður sigur, at hetta er triðja árið, at skattaprosentið verður kvinkað niður eftir, tí tað var 20 prosent. Og endamálið er at koma niður á skattaprosent upp á 19 prosent, sigur hann. Og hann heldur, at hóast tað ikki er so nógv hvørja ferð, er hvør lækking eitt stig tann rætta vegin.
Fíggjarætlanin skal nú viðgerast nágreiniligari, og so verður hon endaliga samtykt á bygdaráðsfundi seinast í november.