Kvinna bleiv forseti

Alt bendir, at veljararnir í miðamerikanska landinum Costa Rica hava valt eina kvinnu til forseta, og tað er ikki hent har fyrr. Valið var í gjár, og tá 44 prosent av atkvøðunum vóru taldar í morgun, hevði Laura Chinchilla fingið so mikið nógvar atkvøður, at eingin ivi er um tað endaliga úrslitið.

Sambært valnevndini hevði Laura Chinchilla fingið 47 prosent av teimum taldu atkvøðunum, meðan tey bæði næstu valevnini høvdu fingið 23 og 21 prosent.

Vallógin í Costa Rica sigur, at fær eitt valevni meiri enn 40 prosent av atkvøðunum, er viðkomandi valdur - ella í hesum førinum vald.