Nú eitt ár er liðið, síðani Kvinna kom út fyrstu ferð, er lítið at ivast í, at hetta var blaðið, føroyskar kvinnur og ivaleyst fleiri menn, hava bíðað eftir. Móttøkan av blaðnum hevur verið sera góð, kjaksíðan kvinna.fo er vorðin ein tann mest vitjaða og umrødda í Føroyum og onki bendir á, at orkan hjá redaktiónini er minkað. Heldur tvørturímóti.
Til at hátíðarhalda alt hetta, fer Kvinna nú undir at luta burtur gávukort hvønn dag í hesum mánaðinum millum haldarar og luttakarar í kjakinum á kvinna.fo tann dagin.