Kvinna fyri neyðtøkuroynd sunnumorgunin

Ein 26 ára gomul kvinna var sunnumorgunin álopin av einum ungum manni, sum royndi at skræða klæðini av henni.

Sunnumorgunin umleið klokkan 4.30 fór 26 ára gamla kvinnan heim úr býnum í Havn.

Hon varnaðist, at ein ungur maður elti hana, men hon gekk kortini róliga.

Tá ið hon var komin yvir í Lon, leyp tann ungi maðurin á hana og royndi at skræða klæðini av henni.

Men kvinnan bardist ímóti og rópti eisini um hjálp, og tá misti tann ungi maðurin móti og flýddi.

Kriminalpolitiið hevur tosað við fleiri fólk í grannalagnum. Summi hava hoyrt neyðarrópið, men eingin teirra hevur sæð nakað.

Tað kann vera, at onkur hevur sæð ta 26 ára gomlu kvinnuna, sum varð elt av einum eitt sindur yngri manni, og kriminalpoliitið heitir á møgulig vitni um at hjálpa við upplýsingum.

Tann ungi maðurin er mettur at vera 20-23 ára gamal, 170-175 cm høgur og vanliga bygdur. Hann hevði myrkt stutt hár, var í graári hettutroyggju, cowboybuksum og í myrkum kondiskóm.