Ein kvinna fyrst í tríati árunum er skuldsett fyri at hava sett eld á eini sethús á Toftum fyrr í ár.
Tað veit Kringvarpið.
Kvinnan búði í húsunum, har eldur kyknaði. Húsini fingu minni skaða í eldsbrunanum.
Løgreglan hevur kannað eldsbrunan og hevur nú sett málið til ákæruvaldið.