Kvinnan sum ákærir dómara fer at greiða frá

Christine Blasey Ford vil greiða rættarnevndini hjá Senatinum frá ákærunum ímóti manninum, sum ætlanin er at velja sum hægstarrættardómara, Kavanaugh.

 

Søgan um innstillingini av Brett Kavanaugh til tøka sessin sum dómari við amerikanska hæstarætt tykist nú fáa ein eksplosivan kapittul afturat.

 

Í gjár upplýsti advokaturin hjá Christine Blasey Ford, sum hevur ákært Brett Kavanaugh fyri at royna at neyðtaka seg fyri fleiri áratíggjum síðani, at Ford góðtekur eina innbjóðing til at greiða rættarnevndini hjá Senatinum frá hendingini.

 

Tað siga fleiri amerikanski miðlar, teirra millum Washington Post.

 

 

Rættarnevndin hjá Senatinum stendur fyri hoyringum av valevnum til hægstarættardóarar. Eftir viðgerð í rættarnevndini skal Senatið atkvøða um, hvørt ein dómari kann góðkennast til ein sess í hægstarætti í óavmarkaða tíð.

 

Tað er tó ikki greitt, um semja er um at lata Ford greiða frá. CNN uppllýsir, at tað enn verður samráðst um, nær tað skal vera. Ford ynskir sambært Fox Newx at siga sína søgu týsdagin.

 

Ákærurnar frá Christine Blasey Ford hava sett alla tilgongdina at fáa Brett Kavanaug góðkendan á pausu. Ætlanin var, at rættarnevndini skuldi taka uppaftur viðgerðina og atkvøða mánadagin. Tað er ógreitt, um tað verður so.

 

Í boðunum frá advokatinum hjá Christine Blasey Ford stendur bert, at hon ynskir at greiða frá »í næstu viku«.

 

/ritzau/Reuters