Kvinnudystur á Hálsi

Kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF spæla í kvøld útsettan dyst í Sunset-deildini

Hondbóltur

Talan er um dystin, sum av røttum skuldi verið spældur sunnudagin, men sum vegna donsku landsliðsvitjanina varð fluttur.
Undan dystinum er Neistin púrasta einsamalt á triðja plássinum í kappingini, og her verða tær helst eisini verðandi.
VÍF er tó einasta av niðaru liðunum, sum hevur bast Neistanum, og kunnu tær gera tað sama einaferð afturat, er púrasta vist, at tær bjarga sær sessinum deildini.