Samstundis gjørdi stýrið av, at fæið skuldi latast Kvinnuhúsinum í Havn, hvørs endamál samsvarar væl við endamálið hjá grunninum. Grunnaeftirlitið hevur nú góðkent at hetta kann verða gjøgnumført.
Sambært tíðindaskrivi frá Almannaráðnum, so er Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum, takksom fyri hesa stórfingnu gávu.
– Hetta kann bøta um umstøðurnar hjá kvinnum og børnum, ið hava verið fyri likamligum ella sálarligum harðskapi, sigur hon sambært tíðindaskrivinum, har landsstýriskvinna, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir eisini fegnast um, at stýrið í grunninum hevur tikið hesa avgerð. Grunnaeftirlitið hevur eisini góðkent, at pengarnir verða lætnir Kvinnuhúsinum.
Fæið í »Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne«, á 800 túsund krónur, verður óskert latið Kvinnuhúsinum.