Heimasíðan hjá FSF, www.fsf.fo veit at siga, at komandi leygardag verður ársins fyrsta landsliðssamling hjá kvinnunum, sum í apríl skulu spæla innleiðandi umfar í HM-undankappingini. Innleiðandi umfarið verður skipað sum ein minikapping við fýra bólkum við fýra liðum í hvørjum. Júst hvørjum londum, ið Føroyar skulu kappast við, verður greitt 29. januar, tí tá verður lutakast um, hvørjum føroyska landsliðið skal spæla ímóti, og hvar kappingin skal spælast.
Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, hevur boðsent 30 leikarum til fyrstu tvær venjingarnar á Tòrsvølli.
Tær 30, ið hava fingið boð til landsliðsvenjing leygardagin 7. januar, eru hesar:
Jóna Nicolajsen, B36
Súsanna M. Hansen, B36
Ásla Johannesen, B36
Elisabet Vang, B36
Sarita Maria Mittfoss, B36
Hjørdis Nesá, B68
Birita Nielsen, B68
Hansina Ronaldsdóttir, B68
Anna S. Hansen, EB/ST/Skála
Birna Tummasardóttir, EB/ST/Skála
Ansy Sevdal, EB/ST/Skála
Sigrun K. Kristiansen, EB/ST/Skála
Lív Arge, HB
Milja R. Simonsen, HB
Jónvá Hentze, HB
Heidi Sevdal, HB
Ása á Reynatúgvu, HB
Lea Hansen, HB
Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur
Marta Thomsen, ÍF/Víkingur
Dania S. A. Olsen, ÍF/Víkingur
Ása K. Thomsen, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Maria K. Thomsen, KÍ
Gudný Johannessen, KÍ
Hervør Olsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Tórunn Joensen, KÍ
Sigrid A. Jacobsen, KÍ