Kvinnulandsliðið kemur

Formaðurin í Hondbóltssambandinum sigur, at hóast einki ítøkiligt enn er komið burturúr, so arbeiðir HSF framvegis við ætlanunum um eitt A-landslið hjá kvinnum

Hondbóltslandslið

- Lívið er ov stutt til kvinnuhondbólt.
Tað er ein av útstøgnunum, sum áður hevur verið at hoyrt í Danmark um altjóða luttøkuna hjá kvinnum, men hetta man í øllum førum vera broytt seinnu árini.
Her í Føroyum tykist tað tó framvegis vera so, at áskoðanirnar um hetta eru ymiskar. Í samrøðu við Sosialin beint fyri ársskifti var Kári Mortensen tó av teirri áskoðan, at hann fyri alt í verðini vildi hava, at kvinnurnar eisini sluppu upp í part. Hansara áskoðan í hesum var, at fyri útbreiðsluna av hondbóltinum hevði eitt kvinnulandslið helst størri týdning enn manslandsliðið, tí fyri kvinnurnar tykist hondbólturin framvegis at vera ein hin fremsta ítróttargreinin, meðan menninir í dag mugu ásanna, at fótbólturin so dyggiliga hevur yvirhálað teir í so máta.
Um sama mundi segði landsliðsvenjarin hjá monnum, Lars Nedergaard, at eftir hansara tykki átii HSF at satsa nógv meira upp á menninar, enn gjørt verður nú. Somikið kontantur var hann, at hann meira enn róði uppundir, at HSF mátti gera upp við seg sjálvt, hvørt teir yvir høvur skuldu hugsa um kvinnuhondbólt, heldur enn at nýta alla orkuna til menninar.

Kvinnurnar fáa sítt
Enn hevur lítið alment verið at hoyrt frá nevndini í HSF í so máta, men í leikskránni til landsdystirnar móti Ísrael kom so ein útmelding, sum ivaleyst hevur glett nógvar kvinnuligar leikarar.
- Tað kann so vera hansara áskoðan, men tað er avgjørt ikki áskoðanin hjá HSF, skrivaði formaðurin í HSF, Petur Ove Petersen, milluim annað um útsøgnina hjá landsliðsvenjaranum.
Petur Ove viðgongur tó, at enn er ikki so nógv hent hesum viðvíkjandi, men at hetta avgjørt er nakað, sum stendur frammarliga á skránni nú.
- Enn er ikki nakað ítøkiligt hent viðvíkjandi kvinnulandsliðnum, so í so máta er støðan óbroytt. Akkurát nú hava vit sjálvandi úr at gera við EM-undanakappingini hjá monnum, men tá hon er komin aftur um bak, t.v.s. mikudagin fyri okkara part, fara vit at hava eitt slag av eftirmeting. Her verður kvinnulandsliðið eitt av punktunum á skránni, og tað er mín vón, at vit heilt skjótt kunnu seta ein venjara til hesa uppgávuna, sigur Petur Ove Petersen.
Eftir ætlan skuldi kvinnulandsliðið taka lut í EM-undankappingini, sum verður leikt í oktober mánaði í ár, men formaðurin í HSF sigur, at hesar ætlanirnar nú eru sleptar.
- Tað verður so ikki í slíkum høpi, at vit fara at taka lut á hesum sinni. Hinvegin er ætlanin, at vit kunnu fáa onkrar millumtjóða kappingar, evt. við íslendska landsliðnum og einum triðja landi, soleiðis at talan kortini verður um altjóða dystir. Fyrimunurin við slíkum kappingum er sjálvandi eisini, at tær eru munandi minni krevjandi fíggjarliga, og eg ivist ikki í, at ítróttarliga vildu slíkar kappingar eisini verið spennandi, sigur Petur Ove Petersen at enda.