Kvinnulandsliðið varð ársins

Fjølmiðlafólk innan føroyska ítróttarheimin vóru mest sum púra samd, tá ársins ítróttarnavn skuldi kjósast

Ársins ítróttaravrik

Hetta er tíðin, tá ársins avrik av ymsum slag verða kosin. Summi eru helst meira fegin um heiðurin enn onnur, og mikudagin kom so enn eitt navn í røðina av teimum, sum nú kunnu rópa seg fyri best í árinum.

Sannførandi vinnari
Sum nakað nýtt hevur Sosialurin í ár tikið stig til, at ársins ítróttarnavn skal kjósast. Hetta verður gjørt soleiðis, at tey fjølmiðlafólk, sum dagliga fáast við ítróttartilfar, eru sloppin at siga sína hugsan um, hvat av ítróttaravrikunum tey hava hildið verið tað besta í árinum.
Og tá talt varð saman, var úrslitið sannførandi. Kvinnulandsliðið í hondbólti, sum í vár tók lut í Challenge-Trophy kappingini í Mezzocorona í Italia, fekk so nógv tær flestu atkvøðurnar.
Tilsamans vóru tað 11 fjølmiðlafólk, sum skuldu greiða atkvøðu. Hvør teirra skuldi seta fimm nøvn á ein lista, har fremsta navnið fekk fimm stig, næstfremsta fýra o.s.fr.
Av teimum 55 atkvøðunum ,sum tað soleiðis var gjørligt at fáa, fekk Kvinnulandsliðið í hondbólti ikki færri enn 44, og so var eitt stórt glopp niður til næstu nøvnini.

Fingu gongd á
At gera ein fullfíggjaðan samandrátt av ferðini hjá kvinnulandsliðnum til Italia, verður helst av rúgvusmikið í hesum umfarinum.
Men tað kann staðfestast, at talan var um eina ferð, sum veruliga fekk føroyingar at varnast, at kvinnuhondbólturin eisini hevur eitt landslið uppiborið. Arbeiðið kring hetta hevur fyri tað mesta ligið stilt ígjøgnum longri tíð. Fyri einum trimum árum síðani varð tó ein roynd gjørd at fáa gongd á arbeiðið aftur, men av ymsum ávum steðgaði hetta at kalla upp, eftir at liðið fyrst hevði leikt tveir EM-undankappingardystir móti sterku svensku kvinnunum.
Seinasta vetur varð so avgerð tikin um, at nú skuldi gongd á aftur. Heldur enn at taka lut í undankapping, varð liðið teknað til Challenge-Trophy kappingina, sum er ein kapping fyri smærri hondbóltstjóðir. Flemming Raben og Svein Rógvi Nielsen vórðu settir sum venjarar, og teir royndu at leggja nógv fyri. Venjingarnar undan ferðini vóru nógvar í tali, og seinast í apríl mánaði varð kósin so sett móti Italia.

Fantastisk avrik
Her visti helst eingin, hvat var í væntu, men kvinnurnar fóru undir uppgávuna við góðum treysti. Og eftir fyrsta sigurin á Belgia, tóktist ferð veruliga at koma á. Móti Ísrael gjørdist talan um ein tepran eitt-máls sigur, og heima í Føroyum sat øll tjóðin sum á glóðum, tá Hilmar Jan Hansen sum ein annar italiumaður geylaði um fantastiska føroyska stríðsviljan.
Seinasta dystin í bólkaspælinum høvdu okkara einki at spæla fyri, og tí gjørdi tað minni, at Letland vann ein lættan sigur her. So varð hálvfinalan øðrvísi. Har hittu okkara Finnland, sum av mongum varð mett sum næst sterkasta liðið í kappingini. Men tað slapp ikki at standa ósvarað. Tvær ferðir skuldi umdystur til, og tá Finnland í seinastu sekundunum av sætta hálvleikinum brendi brotskast, stóð tað greitt, at lítlu Føroyar høvdu vunnið seg til finaluna.
Her gjørdist so talan um greitt tap móti sterka Italia, men tað skalaði ikki fatanina av føroysku heildaravrikinum. Kvinnur okkara vunnu mongu hjørtu millum hinar luttakararnar í Mezzocorona, og ikki minst, so vunnu tær sær eisini pláss millum allar føroyingar.