Kvinnulandsliðið fingið skelk: Lyklaspælarar hava leikbann

Ikki fyrr enn í evstu løtu hevur kvinnulandsliðið fingið boð um, at teir av týdningarmiklastu spælarunum hava leikbann.

Talan er um Rannvá B. Andreasen og Fríðrún Danielsen, sum hava verið ársins spælarar í føroyskum fótbólti. Orsøkin er, at FSF nýstani hevur fingið endalig boð um gulu kortini frá undankappingini til bólkaspælið telja við.

 

-       Tað er sjálvandi keðiligt og kemur óvart á. Vit vistu at tað var ein møguleiki, men tað virkar mær ólogist, at vit skulu byrja ein kapping við gulum kortum og leikbanni. Eg hevði skilt tað, um tað var eitt reytt kort, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum og leggur skemtiliga afturat, at tað eisini hevði verið upp á sítt pláss, at stigini frá undankappingini fylgdu við.

 

Hann skal nú til at blanda kortini av nýggjum. Tað hava verið 22 spælarar samlaðir til landsliðsvenjing í seinastuni. Endaligi hópurin til dystin er mannaður av 18 spælarum, so leikbannini gera ikki, at nýggir spælarar verða innkallaðir.

 

-       Vit hava roynt fleiri ymisk ting, so vit finna ein loysn, men tað hevði sjálvandi verið gott at fingið boðini nakað fyrr, sigur Jón Pauli.

 

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla móti Skotlandi í morgin á Tórsvølli klokkan 17.15.