Kvinnulandsliðið skal hava nýggjan venjara

Sonni Larsen hevur vegna nýtt starv í Noregi lagt frá sær sum landsliðsvenjari

Sonni Larsen fer ikki at halda fram sum landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

 

Sonni Larsen fer at taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Viking TIF í Bergen í Noregi, og tí steðgar samstarvið við HSF.

 

Finnur Hansson og Mark Marcher fara at taka sær av venjingunum hjá kvinnulandsliðnum inntil nýggjur landsliðsvenjari er funnin. Í apríl skal kvinnulandsliðið spæla venjingardystir móti Finnlandi.

 

Heimasíðan hjá HSF skrivar, at samstarv verður við Sonna Larsen sum skeiðshaldari í samband við venjaraútbúgvingar í Føroyum. Har fer Sonni Larsen at undirvísa í úrvalsvenjaraútbúgvingini, so Sonni Larsen verður tíðum at síggja her á landi.