Kvinnulandsliðið spælir í Klaksvík í dag

Kvinnulandsliðið: Føroyr taptu í gjár 28-23 móti Íslandi. Í dag klokkan 16 møtast liðini aftur

Hóast nøkur mál á muni, so spældu føroysku kvinnurnar ein góðan og læruríkan dyst móti Íslandi á Skála í gjár. Í dag klokkan 16 verður møguleiki hjá føroysku kvinnunum at svara aftur, eftir ein annars fína dyst í gjár.

 

- Verjurnar stóðu væl í báðum endum at byrja við, og vóru bert tvey mál komin eftir fyrstu fimm minuttirnar, eitt til hvørt liði. Ísland vístu tó, at tær høvdu meira kropstyrki og skotstyrki og vunnu seg fram um við góðum skotum útifrá. Føroysku kvinnurnar eru hinvegin sera fótfimar og høvdu eina góða løtu um miðjan hálvleik, har tær vunnu seg fram um 8-6, skrivar Hondbóltssambandið, sum serliga peikar á Janu Mittún og Mariannu Geirsdóttir Eystberg.

 

- Tað var serliga kvika Jana Mittún, sum ferð eftir ferð smeyg sær ígjøgjunum íslendsku verjuna og fekk mál ella brotskast, sum Marianna Geirsdóttir Eystberg setti í netið. Næstu 10 minuttirnir vóru tó teir ringastu fyri Føroyar í dystinum, og skoraði Ísland sjey ferðir, áðrenn okkara svaraðu aftur. Hendan løtan var sera avgerandi fyri dystin. Føroyska liðið hevði helst skrúva ferðina ov høgt upp og blivu ov nógvar villur og brend skot. Hálvleiksstøðan var 11-15.

 

Føroyska liðið vann seg innaftur í dystin í seinna hálvleiki og kom uppá javnt, 17-17, eftir 40 minuttir. Næstu løtuna vóru tíverri ov nógvar skotroyndir brendar og streyk Ísland avstað og vann at enda við fimm málum.

 

Liðini møtast aftur í dag klokkan 16.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Málskjúttar:

 

Jana Mittún 6, Marianna Geirsdóttir Eystberg 6 (5), Súna Krossteig Hansen 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2 (1), Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2, Rannvá Olsen 1, Ninna Katrin Johansen 1, Ingibjørg Olsen 1, Pernille Brandenborg 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

 

Dystargongdin:

 

5 min. 1-1

 

10 min. 3-5

 

15 min. 7-6

 

20 min. 8-9

 

25 min. 9-13

 

30 min. 11-15

 

35 min. 13-16

 

40 min. 17-17

 

45 min. 19-21

 

50 min. 20-24

 

55 min. 21-27

 

60 min 23-28