Kvinnuliðini kenna sínar venjarar

Hondbóltur: Tað verð aikki nógvar broytinar í venjarahópinum hjá kvinnuliðunum

Fleiri av kvinnuliðunum í 1. deildarkappingini í hondbólti halda fram við sama venjara sum í seinasta kappingargári.

Hjá meistaraliðnum Neistanum verður tað aftur Sigrun Mikkelsen, sum skal standa fyri liðnum. Í fjør var hon fyrstu ferð venjari hjá 1. deildarliðnum, har hon sjálv hevur ein av stuðulsspælarunum í fleiri ár. Ætlanin var ikki at Sigrun skuldi spæla í fjør, men fram móti endanum av kappingini var hon við fleiri dystir.

Sigrun hevur aftur í ábyrgdina av liðnum, sum hevur vunnið meistaraskapin fýra tey seinastu árini.

StÍF stendur seg vanliga væl í hondbólti, og eisibni hjá kvinnum hevur liðið úrslit at vísa á. Í fjør var liðið leingi tað einasta, sum kundi kappast við Neistan í oddinum, men eisini tær duttu aftur um, tá kappingin leið móti endanum.

Skála er tað einasta felagið, sum seinasta 15 árini hevur tikið meistaraskapin frá Neistanum, og tað eru fleiri av teimum somu spælarunum, sum framvegis mannað StÍF-liðið.

Í ár skal Johan Danielsen taka sær av kvinnuliðnum. Í fjør stóð Palli Joensen fyri liðnum, men hann heldur ikki fram.


Fyireikað seg væl

Kyndil hevði eitt gott kappingarár í fjør. Liðið var í steypafinaluni og var við í oddinum í landskappingini eisini.

Í kvinnudeildini stendur liðið tó framvegis nakað í skugganum av grannunum í Neistanum, og seinast Kyndil vann eitt meistaraheitið var í 1981.

Kyndlaliðið heldur fram við sama venjara sum í fjør, Sofus Dal-Christiansen, og liðið hevur fyrireikað seg væl til kappingina. Fyri kortum var liðið í Íslandi á venjingarlegu, og har spældu tær nógv dystir.

­ Støðið í Íslandi er væl hægri enn her hjá okkum, so vit fingu nógvar góðar dystir og fingu nógv burtur úr, sigur Sofus Dal-Christiansen.

Kyndlaliðið spældi tilsamans fimm dystir, vann ein og tapti hinar fýra.

Gøtukvinnur spæla nú á hvørjum ári í 1. deild, og í ár fyrireika tær seg til kappingina við uttanlandsferð. Tær fara avstað leygardagin og verða burtur í eina viku.

Jens Martin Knudsen verður aftur í ár venjari hjá liðnum, og málið hjá liðnum er at koma fram millum liðini, sum vinna heiðursmerki. Í fjør endaði GÍ mitt í røðini, og við millum annað at venja nógv og fyrireika seg við eini venjingarlegu uttanlands, vónar felagið at kunna fáa enn betri úrslit.


VB leitar framvegis

Støðan í Klaksvík og í Vági líkjast hvørjari aðrari. Eingin manshondbóltur er á plássunum, men kvinnuliðini eru við í fremstu deildini.

Í Vági tekur Bogi Mortensen sær fyribils av venjingini. VB hevur leitað eftir venjara, men ta hevur ikki eydnast at finna nakran, og tí hevur Bogi tí traðka til.

­ Tað er trupult at finna venjara her í Suðuroynni, og eingin vil flyta suður fyri at gerast venjari. Men vit royna framvegis at leita, og vónandi finna vit onkran, sigur Bogi Mortensen.

Fimm av spælarunum, sum fara at mynda 1. deildarliðið hjá VB, ganga á skúla í Havn, og tað ávirkar venjingina. 1. deildarspælararnir venja tí saman við gentum 16 ár.

VB skal eftir eitt ár í 2. deild avloysa VÍF í 1. deild. VB vann 2. deild, og tá VÍF bert yvirlivdi eitt ár í bestu deildini, býta liðni um aftur.

Í Klaksvík er støðan nógv betri við kvinnuhondbóltinum enn hjá monnum. Í vetur verður fyri fyrstu ferð í nógv, nógv ár eingin manshondbóltur í Klaksvík, men kvinnurnar venja við fullari ferð, og eru væl ávegis við fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.

Í Klaksvík skal Geir Wardum, sum fleiri ferðir áður hevur tikið sær av liðnum, verða venjari í ár.

Í fjør lá liðið niður móti botninum, men slapp sær undan niðurflyting við millum annað at vinna avgerandi dyst móti VÍF.

Kappingin leygardagin 18. oktober.