Kvinnur kenna seg sum amboð

Ein donsk kanning vísur, at tað er munur á, hvussu menn og kvinnur dáma ein >>einnýtisbrest<<.

Maðurin er ofta stýrdur av tí kynsliga og sínum djóriska lyndi. Hann verður fyltur við orku, tí at hann gjøgnum seksualitetin verður >>ummældur<< og kennir seg maskulinan og verdur at elska. Tá ið eitt mannfólk moggar í øllum hornum við góðari samvitsku, snýr tað seg um eitt instinktiv. Hann spjaðar sínar íløgur, og hetta krevur, at hann á vegnum eggjar konufólkini úr øðrum >>stammum<< og verður alfahan, ið aðrir menn hata.

 

Eitt ynski um áhuga

Kvinnur eru ikki skaptar til óbindandi parløg. Slík parløg eru ikki nátúrlig hjá kvinnuni, tí at hon kennir eina ábyrgd og empati. Flestu kvinnurnar halda tó, at tær uttan iva megna at hava óbindandi sex. Hóast hetta kanska ber til viðhvørt, so er hetta ikki meiriluturin. Kvinnur vilja ofta síggja mannin aftur aftaná.

 

Kvinnur vilja ikki vera eitt amboð

Kvinnur halda ofta, at tað er neiligt, at einki samskifti er millum báðar partar, eftir at tey hava havt sex. Tað er hóast ikki altíð tí, at hon hevur hug at síggja hann aftur, men tí at hon kennir, at hann bara brúkar hana til at koma. Tí kennir hon seg sum ein amboð . Ofta vil eitt sms, har hann skrivar, at tað var deiligt, vera nóg mikið.

 

kelda: www.tidenskvinder.dk