Norska løgreglan hevur skuldsett átta teilendskar kvinnur fyri handil við kvinnum.
Í samstarvið við donsku og svensku myndugleikarnar hevur norska løgreglan avdúkað eitt kervi, sum eftir øllum at døma hevur flutt teilendskar kvinnur til Noregs at arbeiða í skøkjuhúsum í Oslo og Bergen.
Gjáramorgunin herjaði løgreglan fleiri hús í Oslo og Bergen, samstundis sum svenska løgreglan herjaði eini hús í Göteborg. Aftan á átakið skuldsetti norska løgreglan níggju fólk fyri at hava skipað fyri handli við kvinnum úr Teilandi. Átta av teimum skuldsettu eru teilendskar kvinnur, sum hava rikið tvey skøkjuhús í Oslo og Bergen.
Samstundis eru tveir norðmenn skuldsettir fyri at hava forvunnið pengar burtur úr virkseminum hjá teimum teilendsku kvinnunum.