Framsýningin við ymiskum og fjølbroyttum listaverkum, sum sjómannakonur hava umborð á línu-og garnaskipinum Ågot, er opin í kvøld til klokkan 20. Sama er við framsýningini, sum Lydia Petersen hevur í egningarskúrinum hjá útróðrarbátinum Bragd á Stongunum.
Lydia hevur áður sýnt fram í skúrinum hjá Bragd, men framsýningin umborð á Ågot er á fyrsta sinni.
Listakvinnurnar, sum sýna fram umborð á Ågot, hava allar tað til felags, at tær eru sjómannakonur.
Listarligu sjómannakonurnar eru Barbara Biskopstø, Berit Norðoy, Hanna Dalsenni, Hedvig Matras, Dagny Tróndheim, Marjun Kalsø, Sigga Petersen og Vera Mørkøre.
Myndaevnini hjá teimum spenna víða.
Í egningarskúrinum hjá Bragd hevur Lydia Petersen egin listaverk og verk hjá øðrum.
Báðar hesar framsýningarnar lata aftur í kvøld klokkan 20, men enn er høvi at hyggja fram við.