Kvinnurlandsliðið: Rúna á landsliðið

Hópurin er nú úttikin til Baltic Cup hjá kvinnulandsliðnum, sum verður í Estlandi 3.-10. oktober

Kvinnurnar spæla tveir dystir í Baltic Cup 6. og 9. oktober - Mynd: Bjarni Enghamar/savnsmynd

Eftir lokna HM undankapping, hevur A-landsliðið við kvinnum eina uppgávu eftir í altjóða høpi í ár. Talan er um Baltic Cup, har Føroyar luttaka saman við baltisku londunum Estlandi, Lettlandi og Litava. Kappingin í ár verður spæld í Estlandi í døgunum 3.-10. oktober, og hon verður skipað við hálvfinalu og finalu/dysti um 3.-4. pláss, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Við lutakasti er avgjørt, at Føroyar spæla hálvfinalu móti Lettlandi 6. oktober, og vinnarin av tí dystinum skal síðan spæla móti vinnaranum av dystinum millum Estland og Litava tríggjar dagar seinni.

 

Landsliðsvenjarin hevur nú úttikið hópin til kappingina, og samanborið við landsdystirnar í september, so eru tvær broytingar í hópinum. Rakul Maria Johannesen er úti við skaða og harumframt er Ansy Sevdal Jakobsen heldur ikki tøk hesaferð.

 

Ístaðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir einum øðrum NSÍ miðvallara, 21 ára gomlu Rúnu Olsen, sum er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. Harumframt er Kára Djurhuus frá EBS/Skála eisini úttikin til Baltic Cup, og hópurin telur sostatt 21 spælarar.

 

Hópurin:

 

Julia Naomi Mortensen, AaB

 

Ásla Johannesen, AGF

 

Olga Kristina Hansen, B36

 

Valborg Østerø, B36

 

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

 

Kára Djurhuus, EBS/Skála

 

Rúna Jacobsen, HB

 

Sarita Maria Mittfoss, HB

 

Ása Stórá Carlsen, HB

 

Rebekka Fjallsá Benbakoura, HB

 

Birita Ryan, KÍ

 

Hervør Hansdóttir Olsen, KÍ

 

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

 

Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ

 

Tóra Mohr, KÍ

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ

 

Rúna Olsen, NSÍ

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Maria á Lakjuni, Víkingur

 

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

 

Kvinnurnar spæla tveir dystir í Baltic Cup 6. og 9. oktober - Mynd: Bjarni Enghamar/savnsmynd