Bridgehúsið í Havn skipaði leygardagin 21. august fyri stórari almennari parkapping í bridge. Kappingin, ið var væl stuðla av Føroya Tele, varð skipað sum ein barometur kapping. 22 pør høvdu boðað frá luttøku. Kappingin gjørdist sera spennandi, sjálvt um tað eina parið við Arnleyg Mikkelsen og Marjun Restorff beinanvegin legði seg á odda, vóru tað fleiri pør, sum lógu framvið og royndu at koppa tær av ovastu rók. Men Arnleyg og Marjun hildu fast og vunnu sostatt eisini kappingina.
Samlaða støðan:
1) Arnleyg Mikkelsen - Marjun Restorff378
2) Jóannes Mouritsen - Hedin Mouritsen362
3) Reimund Langgaard - Dia Petersen340
4) Jóna Grunnveit - Jógvan Juel338
5) Bogi Simonsen - Símin Lassaberg321
6) Asla Weihe - Hanus Bærentsen317
7) Laila Danielsen - Maria Christiansen313
8) Arant Berjastein - Magni Jøkladal311
9) Tórhedin T. Thomsen - Danny Danielsen309
10) Jan Petersen - Hermundur Jóhannesen307
11) Zakaris Joensen - Høgni Jacobsen306
12) Jákup Hjaltalin - Jens Pauli G. Nolsøe304
13 Arnbjørn Sivertsen - Carl Mikkelsen293
14) Birna - Egil Helmsdal286
15) Marner Joensen - Jórun Johannesen286
16) Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett283
17) Peter Sigurd Rasmussen - Helgi282
18) Eydun Anthoniussen - Robert Langgård279
19) Heini Joensen - Hans J. Poulsen263
20) Andras Róin - Kristina Ottosdóttir256
21) Ingolf Olsen - Haldor Ellingsgaard241
22) Finnur Petersen - Mortan231
Spæl
Besti hátturin at síggja hvussu flott hetta splælið er, er fyrst at royna tað sum eina uppgávu áðrenn tú lesur loysnina.
E/NS
Norðan
Sp A Q 10
Hj A K J 10 9 7
Rú A Q
Kl J 2
Eystan
Sp K J 8 7 5
Hj 2
Rú 7 5 2
Kl 9 8 6 5
SunnanVestanNorðanEystan
- - - Pass
Pass 1 rú2 rúPass
2 hjPass 4 hjPass
Pass Pass
Útspæl spar 4
Sunnan spælir spar damu frá borðinum, og tú tekur við konginum. Tú væntar at sunnan ikki er ein av teimum, ið meldar tveir hjartar við trimum lítlum hjartarum og einari vánaligari hond. So um meldið skal setast, skulu tit hava tvey stikk í spari og tvey í kleyv. Men kann hetta ikki gerast sera tórført?
Loysn
Eftir at hava fingið fyri spar kong hevur tú ein trupuleika, sjálvt um tú kanska ikki sært hann. Um tú spælir ein kleyvara, ið sær safe út at gera, vinnur makkarin við damuni og spælir meir spar. Sunnan tekur fyri essi og spælir tvær ferð trumf og síðani kleyvar bónda, ið vestur má taka við essinum. Vestur hevur ikki spar eftir og má tískil geva sunnan fyri kleyvar kong og spar tíggju vera kastað av frá borðinum.
Tað er sera tórført at síggja, men fyri at seta meldið, skal eystan skifta til sín staka trumf. Nú vinnur sunnan ongantíð sítt meld.
Hinar hendurnar:
Vestur
Sp 9 4
Hj 8 3
Rú K J 10 9 4
Kl A Q 10 7
Sunnan
Sp 6 3 2
Hj Q 6 5 4
Rú 8 6 3
Kl K 4 3
Myndatekstur:
Vinnararnir Arnleyg og Marjun fáa vinningin handaðan av stjóranum í Føroya Tele, Andrasi Róin