Kvinnurnar fáa mótstøðuna mánadagin

Mánadagin verður lutakastið til EM-undankappingina í kvinnufótbólti. Føroyar eru við í lutakastnum saman við eini ørgrynnu av eystureuropeiskum londum

Mánadagin fer UEFA at kasta lut um, hvussu spælast skal í EM-undankappingini fyri kvinnulandslið í fótbólti. Føroyar hava teknað til kappingina, og Føroyar skulu taka lut í fyrstu innleiðandi kappingunum, sum verða hildnar í november mánaði.
Tað verða ikki bert spennandi lond í pottinum í Nyon mánadagin. Norðurírland, Wales og Luksemborg eru millum londini, sum liggja nærmast okkum, men síðani er ein øgrynna av eytureuropeiskum londum við í kappingini, og sannlíkið er sera stórt fyri, at Føroyar endar í einum bólki, har øll hini londini hoyra til suður- ella eystureuropa.
 
Vinnarin fer víðari
20 lond verða við í fyrstu innleiðandi kappingini, sum verður spæld í døgunum frá 18. til 23. november. Londini verða flokkað í fimm bólkar við fýra londum í hvørjum bólki.
Tey 20 londini, sum verða við í lutakastinum, eru:  Wales, Ísrael, Romenia, Slovakia, Kroatia, Norðurírland, Bosnia-Herzegovina, Estland, Kazakhstan, Malta, Armenia, Azerbaijan, Bulgaria, Føroyar, Georgia, Letland, Litava, Luksemborg, Makedonia og Turkaland.
Vinnarin av hvørjum innleiðandi bólki fer víðari til vanligu EM-undankappingina, har øll hini  sterkaru  londini koma upp í kappingina. Tá fara samanlagt 30 lond at spæla í innleiðandi bólkunum um at sleppa við til EM-endaspælið í 2009, sum verður hildið í Finnlandi.