Kvinnurnar í Víkingi eru á FM kós

Í dag var Jensa Tórolvsdóttir einasti málskjútti ímóti margfalda meistaraliðnum úr Klaksvík, sum hevur ilt við at skjóta mál

Mynd: Víkingur.fo

Tað var toppdystur í kvinnudeildini í Sarpugerði í dag. KÍ, sum hevur vunnið FM nógvu tey seinastu árini, var gestur hjá Víkingi, sum av álvara hevur spískað seg sum avbjóðari í troppstríðnum.

 

Víkingur vann 1-0. Málið skoraði Jensa Tórolvsdóttir, tá ið seinni hálvleikur var smáar tíggju minuttir gamal. Lea Lisberg spældi hana leysa í brotsteiginum innanfyri KÍ verjuna í vinstru, og Jensa setti hegnisliga bóltin framvið Óluvu A. Joensen í KÍ málinum og í handara síðunetið.

 

Talan var um javna uppgerð, men fyri tað mesta var heimaliðið eitt sindur omaná. Víkingur hevur styrkt liðið við Eyðgerð Mikkelsen, sum er málverji, og Leu Lisberg, sum er í fremstu røð, og talan er um væl samanspælt lið.

 

Bæði liðini høvdu bóltin á træverkinum. Í fyrra hálvleiki var tað Jensa Tórolvsdóttir, sum sendi bóltin í tvørtræið, og tá ið støðan var 1-0, var tað Eyðvør Klakstein, sum sendi bóltin í stólparótina.

 

Tað plagar ikki at vera KÍ fyri at fara av vøllinum uttan at hava skorað mál. Í dag var aðru ferð í stutta tíð, at KÍ ikki hevur skorað. Fyri einari viku síðani tapti KÍ 1-0 í Runavík, og aftur í dag tapti KÍ 1-0.

 

Stóri trupulleikin hjá KÍ er, at tað ikki er nakar upplagdur málskjútti á liðnum. Í fjør var Rebekka Benbakoura toppskjútti við 21 málum, og Eyðvør Klakstein skoraði 20 mál. Rebekka er ikki á liðnum í ár, og Eyðvør er fluttur av sera framrættaðum miðvallaraplássi og aftur á meiri verjukent miðvallarpláss at skipa spælið.

 

Víkingur og KÍ eru farin í summarfrí frá landskappingini. Víkingur hevur 29 stig, og KÍ hevur 25 stig. NSÍ er á triðja plássi við 23 stigum.

 

Hinir dystirnir í 11. umfari eru 2. juli NSÍ – B36, 6. juli Skála ÍF – FC Hoyvík og ólavsøkuaftan fær HB vitjan av TB/FCS/Royn.    

 

Mynd: Víkingur.fo