Kvinnurnar fáa meira útgoldið í løn, meðan menninir fáa minni útgoldið. Tað vísa seinastu hagtølini fyri lønargjaldingar í Føroyum. Hagstovan hevur gjørt upp, at í januar mánaði í ár fingu menn minni løn útgoldið enn somu tíð í fjør. Hinvegin fingu kvinnurnar meira løn útgoldna.
Hetta er annað árið á rað, at hetta hendir.
- Í 2008 var orsøkin at fiskiveiðan hevði afturgongd, men í 2009 er orsøkin at byggivinnan hevur afturgongd. Í hesum vinnum starvast í høvuðsheitum mannfólk. Kvinnurnar harafturímóti starvast innan tað almenna og í flakavinnuni. Hesar vinnur hava framgongd í 2009, sigur Hagstovan
Mannfólkini fáa tó framvegis yvir 60 prosent av øllum lønargjaldingum í Føroyum.