Sunnudagin tann 4. juli fóru tveir ungir sjónleikarar úr Gøtu til Vestmannaoyggjar í
Íslandi. Teir eru við í eini verkætlan, sum er fyri at fáa ung fólk
úr Noregi, Íslandi og Føroyum at møtast. Verkætlanin eitur Silent Island.
Fyrsta royndin við verkætlanini var á sumri 2002, tá seks ungir íslendingar vóru í Andøy í Noregi. Í tríggjar dagar skuldu tey klára seg uttan fartelefon, ur, teldu og sjónvarp. Langt vekk frá fólki búðu tey í tveimum gomlum smáttum, sum fiskimenn brúktu fyrr í tíðini. Við hesum skuldu tey fáa íblástur til ymsar framførslur.
Hetta summarið er Ísland karmur um verkætlanina. Tað er bygdin Heimaey í Vestmannaoyggjum, sum er vertur fyri Silent Island í ár.
Gøtumenninir koma aftur til Føroya tann 20. juli. Ferðin er løgd til rættis við hjálp úr Losjuni í Gøtu og Norðurlandahúsinum. Tað ber til at fylgja við verkætlanini á www.silentisland.com.
-hkm