Tann føroyska samráðingarnevndin var undir leiðslu av John Petersen, landsstýrismanni og tann íslendska við Þorsteini Pálssyni, fiskimálaráðharra.
Partarnir viðgjørdu føroyskan fiskiskap í íslendskum sjógvi og íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi í 1996 og 1997.
Partarnir samráddust um fiskiveiðimøguleikar hjá føroyskum skipum eftir botnfiski í íslendskum sjógvi. Í framhaldi av hesum samdust partarnir um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi verður hækkað við 500 tonsum í 1998. Av hesi heildarkvotu, sum verður 5.500 tons av botnfiski verður toskakvotan hækkað úr 700 tonsum upp í 1000 tons, meðan nøgdin av øðrum botnfiskasløgum verður óbroytt.
Partarnir samdust um at halda fram við avtaluni um uppsjóvarfiskasløg. Íslendsk skip kunnu soleiðis veiða svartkjaft, 2000 tons av heystgýtandi sild, og eina økta makrelveiðu uppá 1300 tons í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í íslendskum sjógvi.
Partarnir samdust um, at lodnuavtalan skal gerast eftir somu árstíð sum fiskiárið. Partarnir hava fyribils gjørt avtalu um, at føroysk skip í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1998 til 30. apríl 1998 kunnu veiða 15000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi og í tíðarskeiðinum frá 1. juli 1998 til 30. apríl 1999 fyribils 30.000 tons við fyrivarni um broytingar í MLV?num.
Fiskimálaráðharrarn-
ir løgdu dent á týdningin av 3-parts avtaluni millum Grønland, Ísland og Føroyar um umsitingina framyvir av kongafiskastovnunum og svartkalvastovninum í Norðvestur Atlantshavinum.
Partarnir vóru samdir um at styrkja tað vísundaliga samstarvið, sum er millum londini, og millum annað við felags royndarfiskiskapi eftir rækjum á leiðini millum londini.
Fiskimálaráðharrarn-
ir viðgjørdu sjónarmið um fiskivinnuumsiting, fiskivinnu á sjógvi og landi og samstarv í millumlanda felagsskapum. Dentur verður lagdur á samstarvið í NAFO, NEAFC, NAMMCO, NASCO og viðurskiftir um tunfiskiskap, sum er nýggjur í sjóøkinum hjá báðum pørtum.
Tinganes, 12. des. 1997