Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv, var undir nýggjum russiskum dronuálop í nátt.
Tað segði Tymur Tkachenko, sum stendur á odda fyri hernaðarfyrisitingini í býnum, á boðtænastuni Telegram, sambært tíðindastovuni Reuters.
- Fleiri enn eitt tíggju fíggindadronur eru longu í loftrúminum kring høvuðsstaðin. Nýggjar nærkast eisini.
- Vandi er fyri, at fíggindin fer at brúka eitt stórt tal av dronum og rakettir frá strategiskum flogførum, skrivar Tkachenko.
Tað er annað kvøldið á rað, at ukrainski høvuðsstaðurin hevur verið fyri einum russiskum loftálopi.
Í gjár boðaði flogverjan í Ukraina frá, at Russland náttina fyri hevði skotið 14 ballistiskar rakettir og 250 dronur.
Sambært Tkachenko duttu vraklutir frá russiskari dronu niður sunnunáttina í Holosiivskyj-økinum, har hon rakti ein íbúðarbygning.
- Bygningurin er lutvíst oyðilagdur og eldur er komin í. Bjargingarmanningar eru á staðnum, skrivar hann.
Tíðliga í nátt vóru ongar fráboðanir um deyð ella skadd orsakað av loftálopinum í Kyiv í nátt.
Russiska verjumálaráðið boðaði eisini nátt frá, at Ukraina hevur sett loftálop í verk móti Russlandi. Tað skrivar Reuters.
Russiska loftverjan hevur oyðilagt 95 ukrainskar dronur yvir Russlandi, upplýsir ráðið. Dronurnar eru fyrst og fremst verið uppdagaðar í Mið- og Suðurrusslandi, men eisini nærhendis høvuðsstaðnum, Moskva, upplýsir ráðið.
/Ritzau/