Jákup á Borg, liðskipari hjá B36, heldur at B36 vann ein taktiskan sigur, men talan var um primitivt fótbóltsspæl, men tað var neyðugt í nógva vindinum vestri á Eiðinum.
Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Meðan Jákup er fegin úrslitið og serliga spælið í fyrra hálvleiki, so letur hann illa at triðja reyða kortinum hjá B36 í ár. Hesa ferð var tað Hanus Thorleifsson, sum bleiv útsvístur. Undan honum eru Lukasz Cielselwicz og Hørður Askham útvístir í ár fyri B36.
FC Suðuroy-B36 1-3 (0-3)
0-1: Hans Pauli Samuelsen
0-2: Hørður H. Askham
0-3: Ibrahima Camara
1-3: Palli Augustinussen