Kylian Mbappe er tilnevndur liðskipari hjá Fraklandi

Frakland spælir EM-undankappingardyst móti Niðurlondum í París

Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps hevur tilnevnt nýggjan liðskipara eftir tað gjørdist greitt, at Hugo Lloris er givin á franska landsliðnum.

 

Didier Deschamps hevur tilnevnt stjørnuáleyparan hjá Paris Saint Germain, 24 ára gamla Kylian Mbappe at vera liðskipari hjá Fraklandi.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Frakland EM-undankappingardyst í undanbólki B á Stadé de France leikvøllinum í París. Mótstøðuliðið er Niðurlond. 

 

Tríggjar dagar seinni spælir Frakland undankappingardyst móti Írlandi í Dublin.

 

Hini liðini í EM-undanbólki B eru Grikkaland og Gibraltar. Frakland og Niðurlond eru tískil greiðir favorittar til at vinna seg víðari til EM-endaspælið í Týsklandi á sumri í 2024.