Í gjárkvøldið varð sløkkiliðið fráboðað til Leirvíkar, tí at eldur var í skorsteininum í einum húsum. Sløkkilið, sjúkrabilur og løgreglan komu á staðið.
Nú hevur løgreglan kannað eldsbrunan nærri og er komin til tað niðurstøðu, at talan ikki var um stórvegis eldsbruna, men fyrst og fremst nógvan royk. Ein maður hevði kynt upp í ovninum, men ein, sum kom koyrandi framvið, ógvaðist við nógva roykin og ringdi tí til løgregluna.
Løgreglan sigur, at enn er ikki greitt, um nakar roykskaði stóðst av óhappinum í gjár. Ei heldur er greitt, hví so nógvur roykur kom, møguliga varð okkurt lagt fyri opið, sigur løgreglan í dag.